Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 22)

Seinastu Tíðindini

Oddaliðini vunnu spælandi

Tað styttist við einum hálvum stigi millum oddaliðini Sandavág og Havnina í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin.
 
Hesaferð eydnaðist A-liðnum hjá Havnini at vinna 4-0 á felagsins B-liði í innanhýsis dysti teirra millum. Ofta hevur B-liðið argað A-liðið, men hesaferð vóru føroyameistarnir eirindaleysir. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen vunnu allir.

Les meira »

Kjølur Open 2023

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2023 dagarnar 27.-29. januar. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2022/23.

7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Les meira »

Rókur Open 2023

Komandi vikuskiftið 13.-15. januar 2023 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Sandavágsmenn vunnu

Toppdysturin millum Sandavág og Havnina er byrjaður. Fremst síggjast Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen(hm) á 4. borði. Handanfyri síggjast telvararnir við fremru borðini. 1. borð er næst vindeygað við útsýni yvir vestmannasund.
 
Sandavágs Talvfelag styrkti oddastøðuna í fremstu deildini við sigri á Havnar Telvingarfelag í toppdysti í Vestmanna í dag. 
 
Vágamenn vunnu 2½-1½, og eru nú hálvttriðja stig undan havnarmonnum. Úrslitið ber í sær, at tað kann fara at gerast møtimikið hjá havnarmonnum at vinna aftur tað, ið nú er mist, tó at kappingin bara er hálvrunnin. Hesi bæði liðini eru í flokki fyri seg, og vágamenn hava mist lítið í dystunum móti hinum liðunum higartil í kappingini. 
 
Havnarmenn vóru favorittar til dystin í dag. Teir høvdu hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, kortini vóru vágamenn stinnari á degnum, og vunnu tepran sigur.
 
Mest óvæntaða úrslitið mundi koma á triðja borði. Olaf Berg, sum plagar at vinna á Silasi, tapti við svarta fólkinum í dag, hóast hann tóktist at hava fyrimunin við tveimum monnum fyri rók. Silas hevur fult stigatal í vetur – fýra stig í fýra dystum.
 
Havnarmenn høvdu Martin Poulsen við aftur í dag, men hann formáddi sær ov lítið móti føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen, sum við sigrinum í dag hevur fimm stig í fimm dystum.
 
Heldur ikki stórmeistarin vann á havnarliðnum í dag. Helgi Dam Ziska telvaði annars fínt. Hann trýsti við svarta fólkinum, vann eina finnu, hevði fyrimunin, men torført var kortini at vinna støðuna, og sær sjálvum líkur, stríddist Rógvi av øllum alvi og helt remis. 
 
Einasti á meistaraliðnum hjá Havnini, sum vann, var Luitjen Akselsson Apol á fjórða borði.
 
Hini úrslitini í 1. deild komu helst eisini heldur óvart á. Kollfirðingar, sum eru niðast, vunnu ein flottan sigur á B-liðnum hjá klaksvíkingum, sum annars hevur staðið seg væl higartil, og B-liðið hjá Havnini vann á A-liðnum í Klaksvík.
 
Dystirnir í 1. deild í dag:
 
5. Umfar tann 2023/01/08 kl. 14:00
Bo. 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 1½:2½
1.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2543 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2274 ½ – ½
1.2 FM
 
Poulsen, Martin
2311 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2394 0 – 1
1.3 FM
 
Berg, Olaf
2204  
 
Eydsteinsson, Silas
2050 0 – 1
1.4  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2113  
 
Nielsen, Jon I Horni
2023 1 – 0
Bo. 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 2½:1½
2.1 FM
 
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2158  
 
Simonsen, Olavur
2189 ½ – ½
2.2  
 
Jogvansson, Hjalti Toftum
2018  
 
Nolsoe, Rani
2081 1 – 0
2.3  
 
Mortensen, Rogvi
1993  
 
Petersen, Terji
2043 ½ – ½
2.4  
 
Hansen, Herluf
1994  
 
Olsen, Wille
2011 ½ – ½
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 1   Kollafjarðar Talvfelag 1 Rtg 1 : 3
3.1  
 
Gregersen, Hedin
1919  
 
Djurhuus, Arant
1791 0 – 1
3.2  
 
Gaard, Ingolf
1913  
 
Morkore, Rogvi
1736 0 – 1
3.3  
 
Tummasarson, Flovin M.
1750  
 
Thomsen, Bernhard
1988 1 – 0
3.4  
 
Finnsson, Egil
0  
 
Jacobsen, Eivind
1699 0 – 1
 

1. deild –  støðan eftir fimta umfar

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *      3     4   16,5 10
2 Havnar Telvingarfelag 1    *   *        4   14 8
3 Klaksvíkar Talvfelag 2 ½      *   *  4   2   1   9 3
4 Havnar Telvingarfelag 2 1     0    *   *      7,5 4
5 Klaksvíkar Talvfelag 1 ½   ½   2      *   *    7 3
6 Kollafjarðar Talvfelag 1 0   0   3        *   *  6 2


Vágamenn gera bart
 
Tað er ikki bara í fremstu deildini, at Sandavágs Talvfelag er á odda. Sama er í næstbestu deildini. 
 
Vágamenn vunnu toppdystin á vestmenningum, og stevna nú móti uppflyting í bestu deildina við einum liði aftrat.
 
Tað er ikki rætt, tá sagt hevur verið, at Sandavágs Talvfelag ikki hevur havt tvey lið í fremstu deildini. Tað høvdu teir bæði í 2012 og 2016. 
 
Dystirnir í 2. deild í dag:
 
 
5. Umfar tann 2023/01/08 kl. 14:00
Bo. 3   Kollafjarðar Talvfelag 2 Rtg 6   Havnar Telvingarfelag 3 Rtg 2 : 2
1.1  
 
Joensen, Jogvan Martin
1776  
 
Berg, Margar M.
1912 0 – 1
1.2  
 
Joensen, Hans Petur
1761  
 
Dalsgard, Arnbjorn O
1838 1 – 0
1.3  
 
Jacobsen, Markus
1364  
 
Naes, Jogvan
1725 1 – 0
1.4  
 
Olsen, Kaj
1671  
 
Guttesen, Joannes
1714 0 – 1
Bo. 4   Vestmanna Talvfelag 1 Rtg 2   Sandavágs Talvfelag 2 Rtg 1½:2½
2.1  
 
Olsen, Alfred A.
1800  
 
Berg, Runar
2132 0 – 1
2.2  
 
Durhuus, Kari O.
1754  
 
Nielsen, Torkil
2086 0 – 1
2.3  
 
Mikkelsen, Jon
1741  
 
Atlason, Jon Havbo
1821 1 – 0
2.4  
 
Hansen, Hanus I
1774  
 
Wiberg, Ingi
1765 ½ – ½
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 3 Rtg 1   Havnar Telvingarfelag 4 Rtg 2½:1½
3.1  
 
Gregersen, Einar
1846  
 
Jacobsen, Suni
1841 1 – 0
3.2  
 
Solsker, Tummas M.
1837  
 
Poulsen, Poul
1690 1 – 0
3.3  
 
Kalso, Steffan
1583  
 
Hansen, Johan E.
1629 0 – 1
3.4  
 
Olsen, Rogvi Heinason
1400  
 
Christiansen, Ragnar
1613 ½ – ½
 
 
2. deild – støðan eftir fimta umfar
Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 2  *   *    3     2   3   13 9
2 Vestmanna Talvfelag 1    *   *        3   11 6
3 Klaksvíkar Talvfelag 3 1      *   *  2       10,5 5
4 Kollafjarðar Talvfelag 2     2    *   *    2   9,5 4
5 Havnar Telvingarfelag 4 2          *   *  1   8,5 3
6 Havnar Telvingarfelag 3 1   1   ½   2   3    *   *  7,5 3
Hinar deildirnar
 
Um 3. – og 4. deild er í stuttum at siga, at spenningurin er ikki sørur, tí stutt er á muni millum liðini, serliga millum oddaliðini. Í 3. deild stendur kappingin serliga millum sundalagsmenn í felagsliðnum Róki, og teimum kring Runavík, men bæði Sandavágur og Toftir eru beint í hølunum á teimum.
 
Í 4. deild stendur á jøvnum í oddanum millum gøtumenn og klaksvíkingar. Í unglingadeildini eru havnardreingir fremstir við sandavágsdreingjum í hølunum á sær.
 
Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com
 
Telvað verður aftur í liðkappingini 22. januar.
 

3. deild – støðan eftir fimta umfar

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Talvfelagið Rókur 1  *   *    3   0   3     12 8
2 Kongshavnar Talvfelag 1 ½    *   *          11,5 6
3 Sandavágs Talvfelag 4 1      *   *        11 6
4 Tofta Talvfelag 1 4   ½      *   *  1   4   11 4
5 Kollafjarðar Talvfelag 3 1   ½   ½   3    *   *    7,5 4
6 Sandavágs Talvfelag 3       0      *   *  7 2


4. deild – støðan eftir fýra umfør
Rk. Lið 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2 
1 Gøtu Talvfelag 1  *    3   3 4       12,5 8
2 Klaksvíkar Talvfelag 4    *      3     4 4 12,5 6
3 Havnar Telvingarfelag 5    *        3 3   4 11,5 6
  Vestmanna Talvfelag 2 1      *      4 3   11,5 6
5 Talvfelagið Rókur 2   1      *      3 3 9,5 6
6 Klaksvíkar Talvfelag 5 1        *    2 4   9,5 5
7 Gøtu Talvfelag 2 0   1 ½      *      4 5,5 2
8 Tofta Talvfelag 2     1 0 1 2    *      4 1
9 Kongshavnar Talvfelag 2   0   1 0      *    2,5 0
10 Talvfelagið Rókur 3   0 0   1   0      *  1 0


Unglingar – støðan

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Havnar Telvingarfelag 1  *   *  2         4   4   13,5 7
2 Sandavágs Talvfelag 1 2    *   *  2   3       3   10 6
3 Klaksvíkar Talvfelag 1     2    *   *  2   3       7 4
4 Gøtu Talvfelag 1 ½   1   2    *   *  2       5,5 2
5 Havnar Telvingarfelag 2 0       1   2    *   *  1   4 1
6 Sandavágs Talvfelag 2 0   1           2    *   *  3 2

Felagsumfar í liðkappingini 8. januar

Sunnudagin 8. januar verður 5. umfar telvað í liðkappingini. Øll liðini í øllum deildum telva í fiskuvinnuskúlanum í Vestmanna. Umfarið byrjan kl. 14.00.

Úrslit og Myndir: FM fyri gentur 2022

Sunnudagin 11. desember var FM í talvi fyri gentur telvað í Skótahúsinum í Klaksvík. 13 gentur luttóku: 12 í U10 bólkinum og 1 í U12. Bólkarnir vórðu lagdir saman til eina kapping og 7 umfør telvað. Les meira »

Úrslit & myndir frá NM úttøkuni í Gøtu 10.12

Leygardagin 10. desember var finalan í NM úttøkukappingini telvað á Fiskavirkinum í Gøtu. Telvað var í 5 aldursbólkum, har ið nummar 1 og 2 í hvørjum bólki vunnu sær pláss til at umboða Føroyar til NM í Norra 2023. Telvað vóru 7 umfør við tíðini 10 min + 5 sek per leik. Les meira »

Talvlandsliðið farið undir venjingar

Her síggjast telvararnir á føroyska landsliðnum undir OL-kappingini í India í summar. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft.
 
Ivan Sokolov er nú byrjaður sum venjari hjá føroyska talvlandsliðnum.
 
1. desember hevði hann fyrstu venjingina við føroysku telvarunum. Fýra venjingar eru nú í desember. Vant verður aftur 9. desember, 15. desember og 22. desember. Hesar venjingar fara fram umvegis netið. Føroysku telvararnir sita heima við hús, og venjarin situr í Hollandi. Allir eru so knýttir saman umvegis Teams.
 
Føroysku telvararnir lótu væl at fyrsta venjingarkvøldinum. Sama gjørdi venjarin. Eftir jól verður tikið samanum, og eru partarnir samdir um, at haldast skal fram við samstarvinum, verður nýggj venjingarætlan løgd fyri komandi ár. Tá kann roknast við, at Ivan Sokolov kemur til Føroyar at venja landsliðið.
 
Talvsamband Føroya hevur tikið út seks telvarar at venja í landsliðstoyminum. Teir eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen. Hetta eru teir fremstu fýra her á landi umframt fremstu tveir unglingarnir.
 
Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til óvæntaðan sigur á talvolympiaduni í India. Líkt er tí til, at tað er ein av fremstu talvvenjarunum í heiminum, sum Talvsambandið hevur knýtt av føroyska landsliðnum.
 
Talvlandsliðið hevur uppgávur í komandi ári. Kappingin fyri smátjóðir í Evropa og EM-stevnan fyri landslið eru báðar í heyst. Olympiada verður í Ungarn í 2024.
 
 
Nummar 77 av 200 londum
 
Altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember. Her sæst, at Føroyar eru nummar 77 í røðini av teimum í alt 200 londunum í heiminum, sum eru limir í FIDE. Havandi í huga, at vit teljast millum smæstu limalondini, er tað hugvekjandi í sjálvum sær.
 
Fremstu tíggju londini í heiminum eru hesir:
 
1. USA 2726
2. Russland 2711
3. India 2694
4. Kina 2689
5. Ukraina 2663
6. Aserbadsjan 2651
7. Frakland 2643
8. Armenia 2635
9. Spania 2632
10. Holland 2629
 
Fremstu einstøku fimm telvararnir í heiminum eru hesir:
 
1. Magnus Carlsen (Noreg) 2859
2. Liren Ding (Kina) 2811
3. Ian Nepomniachtchi (Russland) 2793
4. Alireza Firouzja (Frakland) 2785
5. Hikaru Nakamura (USA) 2768
 
 
Okkara topp 10
 
Í Føroyum eru okkurt um 350 virknir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum eru við í landskappingini.
 
Tann føroyski topp 10 listin sær í desember soleiðis út:
 
1. GM Helgi Dam Ziska (HT) 2546
2. Høgni Egilstoft (ST) 2397
3. IM John Arni Nilssen (ST) 2321
4. Martin Poulsen (HT) 2311
5. Rógvi Egilstoft (ST) 2290
6. IM John Rødgaard (VT) 2280
7. Olaf Berg (HT) 2217
8. Luitjen Akselsson Apol (2215)
9. Flóvin Tór Næs (HT) 2208
10. Jóan Hendrik Andreasen (HT) 2192
 
 
Ivan Sokolov