Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Hvør vinnur í ár?

Hvør vinnur í ár?

Í morgin leygardagin endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari í Kollafirði. Tá fellur avgerðin í øllum fýra deildum. Sum vant møtast Havnin og Sandavágur í avgerandi innanhýsis dysti í 1 deild.

Soleiðis er næstan á hvørjum ári: havnarmenn og vágamenn í harðari orrustu um FM-heitið í talvi.

Kollafjarðar Talvfelag er vertur fyri endabrestinum í landskappingini í talvi í morgin. Allir dystir í øllum fýra deildum vera undir somu lon. Fyrstu leikirnir í tíggjunda og seinasta umfari verða fluttir klokkan 11:30. Telvað verður í Kollafjarðar Skúla.

Havnar Telvingarfelag er á odda í fremstu deildini. Leiðslan er høglig; havnarmenn standa seg við eittans stigi í dystinum í morgin móti vágamonnum. 

Fyritreytirnar eru nett tær somu sum í 2017. Tá hildu havnarmenn væl til standa, men vágamenn tóku teir á bóli við greiðum sigri. Til alla lukku fyri Havnina, var Olaf Berg í toppformi tann dagin á 1 borði og vann á Rógva Egilstoft í stórum stíli. Tað bjargaði degnum, tí allir hinir taptu – vágamenn vunnu dystin 3-1, men FM-heitið endaði kortini við bit og slit í Havn.

Uppgávan kann tykjast vágamonnum møtimikil, men í korona-árinum 2020 eydnaðist havnarmonnum at yvirhála vágamenn við øgiligum endaspurti og ruddiligum 3½-½ sigri í avgerandi dystinum í síðsta umfari. Og tað er tað, sum krevst, skulu vágamenn taka FM-heitið av havnarmonnum. Hvussu er og ikki, so plagar næstan altíð at vera spenningur til síðsta leik.

Spenningur er eisini í botnstríðnum. Her stríðast kollfirðingar og B-liðið hjá Havnini um hvør av teimum skal lívbjarga sær í deildini.

Støðan 1 deild

Havnin 29 stig

Sandavágur 26½

Klaksvík 20½

Klaksvík B. 12

Havnin B. 10

Kollafjørður 10


10 umfar – 1 deild

Sandavágur – Havnin

Klaksvík – Havnin B.

Kollafjørður – Klaksvík B.

Duopol í fimtan ár

Í fimtan ár hevur FM-kappingin í talvi staðið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Einki annað felag hevur vunnið hesi árini. 

Klaksvíkar Talvfelag vann í 2010. Sama ár doyði oddamaðurin Heini Olsen. Síðani hava klaksvíkingar ikki verið mentir at gera seg galdandi í FM-kappingini. Árið eftir vunnu vágamenn fyrsta FM-sigurin. Síðani hava hesi bæði feløgini togast um sigurin. Vágamenn hava vunnið oftast hesi árini. Síðani 2018 hava feløgini vunnið aðrahvørja ferð eftir tørni.

FM 2011 – 2024

2011 ST

2012 HT

2013 ST

2014 ST

2015 ST

2016 ST

2017 HT

2018 HT

2019 ST

2020 HT

2021 ST

2022 HT

2023 ST

2024 HT

Ikki færri enn tíggju hava mannað A-liðið hjá Havnini í vetur, vágamenninir eru helvtina færri. Her sæst úrtøkan hjá oddaliðunum báðum:

HT

Helgi Dam Ziska 5/6

Luitjen Akselsson Apol 6½/7

Martin Poulsen 3/3

Carl Eli Samuelsen 4/6

Olaf Berg ½/1

Sjúrður Thorsteinsson 3½/5

Hjalti Toftum Jógvanson 2/2

Herluf Hansen 3½/4

Elias Petersen ½/1

Heiðrikur Jacobsen ½/1

ST

Rógvi Egilstoft 1/2

Høgni Egilstoft Nielsen 8/9

Silas Eyðsteinsson 4½/9

Jón í Horni Nielsen 8½/9

Torkil Nielsen 4½/7

Sandavágur flytur upp

Í næstbestu deildini er avgerðin fallin. Sandavágs talvfelag flytur upp í 1 deild komandi kappingarár. Jón Atlason, Bernhard Augustinussen, Ingi Wiberg og Jónfinn Thomsen hava myndað kjarnuna á liðnum.

Nakað av spenningi er í niðara enda. Teir í Runavíkini og har um vegir stríðast fyri lívinum í deildini. Uppgávan er ikki tann lættasta í morgin, tí telvast skal móti oddaliðnum úr Sandavági.

Støðan 2 deild

Sandavágur 23½ stig

Klaksvík 19½

Toftir 19

Havnin B. 19

Havnin A. 14

Kongshavn 13½

10 umfar:

Sandavágur – Kongshavn

Havnin A. – Klaksvík

Toftir – Havnin B.

Sundalagið ella Gøta

Stórur spenningur valdar í 3 deild um hvat lið flytur upp í næstfremstu deildina. Kappingin er beinhørð millum Rók úr Sundalagnum og Gøtu Talvfelag. Bara eitt hálvt stig skilir partarnar. Í hølunum á teimum slota kollfirðingar eftir møguleikanum, skuldu fremru liðini snáva.

Oddaliðini hava bæði torførar dystir. Rókur og Kollafjørður møtast, og Gøta og Vestmanna. 

Støðan 3 deild

Rókur 22½ stig

Gøta 22

Kollafjørður 20½

Vestmanna 18

Sandavágur 14½

Havnin 10½

10 umfar

Kollafjørður – Rókur

Gøta – Vestmanna

Sandavágur – Havnin

Klaksvíkingar vinna 4 deild

Í fjórðu deild er eingin spenningur. Klaksvíkingar hava í roynd og veru longu vunnið.

Støðan 4 deild

Klaksvík 24½

Strendur A 20½

Sandavágur B. 19

Sandavágur A. 17

Rókur 17

Gøta 13

Suðuroy 12

Havnin 11

Strendur B. 11

Toftir 11 

9 umfar

Strendur A. – Sandavágur A.

Strendur B. – Havnin

Suðuroy – Toftir

Klaksvík – Gøta

Rókur – Sandavágur B.

FM-vinnarar 2024: Havnar Telvingarfelag. F.V.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Sjúrður Thorsteinsson og Martin Poulsen.

FM-vinnarar 2023: Sandavágs Talvfelag. F.v.: Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Jón í Horni Nielsen.

Sí eisini

Beinleiðis frá liðkappingini

10. og seinasta umfar í 1. deild í liðkappingini verður stroymt her á síðuni.