Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barna Grand Prix 4 í Runavík

Barna Grand Prix 4 í Runavík

Sunnudagin, 23. mars kl. 14.00, verður 4. Barna Grand Prix kvikkappingin fyri børn telvað í skúlanum við Løkin í Runavík.

Talan er um 4. kapping av 5, har luttakararnir kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Børnini eru vælkomin at luttaka í hesi kapping, sjálvt um tey ikki ætla at luttaka í øðrum Barna Grand Prix kappingum.

Kappingin er skipað í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5 sek.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á netinum. Melda til við at flytta teigarnar út á leinkini niðanfyri:

Tilmelding 4. flokkur og yngri

Tilmelding 5. flokkur og eldri

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 21. mars. 

Um tað eru spurningar um okkurt, eru tit vælkomin at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com

Barna Grand Prix

Støðan í 4. flokkur og yngri er at síggja her: Støðan

Støðan í 5. flokkur og eldri er at síggja her: Støðan

Til hvørja einstaka Barna Grand Prix kapping verður møguligt at vinna heiðursmerkir. Fyri at verða við í samlaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 3 av 5 kappingum, harav ein av teimum 3 skal verða finalan.

Barna Grand Prix kappingarnar verða telvaðar hesar dagar: 25. januar, 22. februar, 1. mars, 23. mars og finalan 30. mars.

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.