Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til GP Finaluna 2025

Innbjóðing til GP Finaluna 2025

Leygardagin 29. mars verður Grand Prix finalan telvað í Sandavági. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Grand Prix finalan í Sandavági er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar leygardagin 29. mars kl. 13.00. 9 kviktalv verða telvað.

Stað:

Telvað verður í skúlanum á Giljanesi.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1.500 kr.
  2. 1.000 kr.
  3. 500 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 300 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr. 

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding fer fram á hesari leinkju: Tilmelding

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag og Talvsamband Føroya

Sí eisini

Talvlega fyri børn og ung

Talvsamband Føroya skipar í døgunum 5. til 6. apríl fyri talvlegu fyri børn og ung. …