Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barna grand prix finalan

Barna grand prix finalan

Sunnudagin, 30. mars kl. 14.00, verður 5. og seinasta Barna Grand Prix kvikkapping fyri børn telvað í Stranda skúla. 

4 kappingar hava verið fyrr í ár, har luttakararnir hava samlað stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Men børn eru eisini vælkomin at luttaka í hesi kapping, sjálvt um tey ikki hava luttikið í nakrari av hinum kappingunum.

Kappingin er skipa í tveimum bólkum. 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5. sek.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á netinum. Melda til við at flytta teigarnar út á leinkini niðanfyri:

Tilmelding 4. flokkur og yngri

Tilmelding 5. flokkur og eldri

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 28. mars.

Um tað eru spurningar um okkurt, eru tit vælkomin at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.