Klaksvíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2025.
Kappingin
Kappingin verður á Skúlatrøð í døgunum 12. apríl – 18. apríl 2025.
Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
Allir bólkar telva soleiðis:
1. umfar | Leygardagur | 12. apríl | kl. 14.00 |
2. umfar | Sunnudagur | 13. apríl | kl. 14.00 |
3. umfar | Mánadagur | 14. apríl | kl. 17.00 |
4. umfar | Týsdagur | 15. apríl | kl. 17.00 |
5. umfar | Mikudagur | 16. apríl | kl. 17.00 |
6. umfar | Hósdagur | 17. apríl | kl. 14.00 |
7. umfar | Fríggjadagur | 18. apríl | kl. 14.00 |
Átta teir hægst rataðu telvararnir telva í landsliðsbólkinum, 8 teir næstu telva í 1. bólki. Hinir telva í almenna bólkinum.
Í Unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2025.
Víst verður annars til meginreglurnar hjá TSF fyri FM.
Veteranar
Hósdagin og fríggjadagin 17. – 18. apríl verður skipað fyri óalmennum FM fyri veteranar. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek leik.
Kappingin er treytað av nóg stórari luttøku. Nærri verður lýst aftaná tilmeldingarfreistina.
Luttøkugjald og tilmelding
Unglingabólkurin 200 kr.
Almenni bólkurin 300 kr.
1. Bólkur 300 kr.
Landsliðsbólkurin 300 kr.
Heiðurslimir luttaka ókeypis.
Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 9865-495.234.5 hjá Klaksvíkar Talvfelag í seinasta lagi mikudagin 9. apríl.
Við tilmelding skal upplýsast: FM 2025, navn og bólkur.
Luttøkugjaldið í veteranbólkunum er 50 kr, og tilmeldast skal í seinasta lagi mikudagin 16. apríl kl. 18.00.
Møguligir spurningar kunnu stílast Rana Baldursson tel. 222038.
Vinningar
Landsliðsbólkurin:
Nr. 1 – 6.000 kr.
Nr. 2 – 3.000 kr.
Nr. 3 – 2.000 kr.
1. Bólkur
Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr.
Nr. 3 – 1.000 kr.
Almenni bólkurin:
Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.
Unglingabólkurin:
Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.
Steyp verða latin til nr. 1, nr. 2 og nr. 3 í øllum bólkum.
Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður leygardagin eftir seinasta umfar.
Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.
Við talvkvøðu
Klaksvíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya