Fyrsta umfar verður telvað í dag klokkan 14:00 uppi á Skúlatrøð
Kappingin hevur tilsamans 44 luttakarar.
Í Landsliðsbólkinum luttaka átta telvarar við Høgna Egilstoft sum rating favoritti við einum styrkistali uppá 2374.
190 ratingstig aftanfyri kemur so Hans Kristian Simonsen. Tað var hann, sum á sinni vann á Kasparov í simultantalvi í 2001. Mangan hevur telvingin hjá Hans Kristiani glógvað, men tey seinastu árini hava úrslitini verið eitt sindur ójøvn. Men hann liggur á einum styrkitali uppá 2136, sum á pappírinum gevur honum bronsu í ársins kapping.
Aftanfyri Hans Kristian kemur sterki unglingatelvarin úr Havnar Talvfelag Elias Petersen. Seinastu tvey árini hevur hann arbeitt seg upp á eitt styrkital uppá 2043 og sum við so mongum ungum telvarum, so kann alt henda, tá teir melda seg inn á banan.
Honum á baki kemur veteranurin Haldur Suni Johansen, sum hevur haft eitt gott kappingar ár við javnleikum móti eitt nú Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft. Haldur er lendur á einum styrkitali uppá 2029 og tað verður spennandi at fylgja við, um hansara góði stimi frá liðkappingini kann halda fram.
Síðani kemur Heðin Gregersen, sum javnt og samt hevur klárað seg væl í liðkappingini fyri fyrsta lið hjá KTF. Heðin hevur eitt styrkital uppá 2000 ratingstig.
Síðani kemur enn ein veteranur, Wille Olsen. Hann er næstniðastur í ársins Landsliðsbólki við 1965 rating stigum.
Petur Gardar Magnussen hevur fingið tað seinasta plássi við 1862 rating stigum. Sigast má, at hetta ikki er tann sterkasti Landsliðbólkurin, men vit síggja longu fleiri spennandi uppgerðir í tí samlaðu kappingini.
Fyrst og fremst eru tað Høgni og Luitjen. Vinnur Luitjen alt og øll og strýkur avstað við sínum næsta FM tittuli, ella fer Høgni at revansjera tapið frá seinastu FM kapping. Tað er ein stórur spurningur.
Og hvussu fer at vera í miðjuni av kappingini? Fer Hans Kristian at dominera, ella verður tað ein harður kampur í millum Hans Kristian, Elias, Haldur Suna og Heðin?
Og hvat fara Wille og Petur Gardar at ætla sær.
Kunnu Hans Kristian og Haldur Suni fara at spolera spælið hjá ratingfavorittunum, og hvat kann Elias, sum er ein unglingi á veg fram, hava í ermuni í eini slíkari kapping.
Ársins FM kapping hevur eisini átta spælarar í 1. bólki, 12 í almenna bólkinum og 14 luttakarar í unglingabólkinum.
Um fleiri tekna seg, so verður eisini ein styttri vetarankapping skírisdag og langafríggjadag.
Telvað verður frá í dag og fram til og við langafríggjadag. Nú leygardagin og sunnudagin og hósdagin og fríggjadagin verður byrjað klokkan 14:00, meðan mánadagin, týsdagin og mikudagin verður byrjað klokkan 17:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið at fylgja við hvussu leikur fer.
Fylgjast kann eisini við beinleiðis á https://live.faroechess.com
Stuðlað kappingini hava