Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 10)

Seinastu Tíðindini

Havnarmenn flongdu klaksvíkingar

Oddaliðini í landskappingini í talvi vunnu stórsigrar í 4. umfari í dag. FM-liðið hjá Havnar Telvingarfelag vann óvæntað heili 4-0 á Klaksvíkar Talvfelag. Oddaliðið hjá Sandavágs Talvfelag vann í sínum lagi eisini ruddiliga, eitt hálvt stig er nú á muni millum oddaliðini. Nú er lagt upp til rættiligt toppbrak í fimta umfari millum Sandavág og Havnina.

1. deild (4. umfar)

Klaksvík (A) – Havnin (A) 0 – 4

Rani Baldursson (2056)  – Luitjen Akselsson Apol (2305) 0 – 1

Heðin Gregersen (1977) – Rógvi W. Rasmussen (2159) 0 – 1

Steintór Rasmussen (1989) – Sjúrður Thorsteinsson (2132) 0 – 1

Finnbjørn Vang (1958) – Elias Petersen (2109) 0 – 1

Sjálvt um allir á havnarliðnum høvdu favorittleiklutin grundað á styrkitølini, var ikki væntandi, at tað fór at sláa út á øllum fýra borðum. 4-0 er óhoyrt úrslit millum søguligu kappingarneytarnar.

Hvørki av liðunum var fullmannað í Skákinum á Akursmørk í Klaksvík í dag. Hjá klaksvíkingum var saknur í Ólavi Simonsen og Terja Petersen, hjá Havnini var eingin Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen ella Carl Eli Samuelsen at síggja. 

Afturímóti gjørdi útisetin Rógvi W. Rasmussen (FM-vinnari 1996) eitt sera væleydnað comaback í barndómsfelagnum. 

Sandavágur (A) – Klaksvík (B) 3½ – 1½

Rógvi Egilstoft (2304) – Haldur S. Johansen (2000) 1 – 0

Høgni Egilstoft Nielsen (2389) – Ingolf Gaard (1948) 1 – 0

Jón í Horni Nielsen (2104) – Tummas M.Sólsker (1930) 1 – 0

Silas Eyðsteinsson (2061) – Rani Nolsøe (1903) ½ – ½

Oddaliðið úr Vágum sást nú aftur við sterkastu manning. Rógvi Egilstoft er komin heim úr Spania at taka nakrar dystir, og tað ger mun. Rógvi noyddist tó at kýta seg av øllum alvi í dag fyri at knógva Halduri. Tað hálva stigið, ið klaksvíkingar fingu, syrgdi í staðin Rani Nolsøe fyri. Hart kroystur, men við rygginum móti múrinum, stríddi hann seg til remis.

Sandavágur (B) – Havnin (B) 2 – 2

Torkil Nielsen (2030) – Herluf Hansen (1974) ½ – ½

Bernhard Augustinussen (1937) – Suni Merkistein (1971) ½ – ½

Jón Atlason (1932) – Petur G. Magnussen (1921) ½ – ½

Ingi Wiberg (1899) – Flóvin M. Tummasarson (1903) ½ – ½

B-liðini hjá Sandavági og Havnini høvdu styrkt seg nakað til innanhýsis dystin teirra millum á Giljanesi í dag. Her var úrslitið, at tað endaði remis á øllum borðum.

Støðan í 1. deild

Sandavágur (A)  12 stig

Havnin (A) 11½

Havnin (B) 8½

Sandavágur (B) 7½

Klaksvík (A) 6½

Klaksvík (B) 4

Spenningur í 2. deild

Í næstbestu deildini gongur javnt á bæði í toppi og botni. Og stutt er millum fremru og aftaru liðini. 

Ikki færri enn tríggir fyrrverandi føroyameistarar sóust kring borðini í dystinum millum Kollafjørð og Toftir. Merkisvert at eingin av teimum trimum – Hans Kristian, Bogi og Jens Christian – var mentur at vinna í dag.

Klaksvíkingar hava tepru leiðsluna, men telvaðu javnt í dag móti blaðungu manningini hjá Havnini B. 

2. deild (4. umfar)

Havnin (B) – Klaksvík 2 – 2

Lisa Xin (1727) – Einar Gregersen (1913) 0 – 1

Brestir Samuelsen (1699) – Rógvi H. Olsen (1837) ½ – ½

Eyðun L. Staksberg (1691) – Rókur Davidsen (1828) ½ – ½

Herbert Holm Johannesen (1647) – Jónas Sólsker (1699) 1 – 0

Kollafjørður – Toftir 1 – 3

Hans Kristian Simonsen (2117) – Andrias Danielsen (1966) 0 – 1

Árant Djurhuus (1920) – Bogi Ziska (2148) ½ – ½

Markus Jacobsen (1781) – Jens Chr. Hansen (2102) ½ – ½

Ingi Højsted (1809) – Andreas Andreasen (1854) 0 – 1

Havnin (A) – Rókur 2½ – 1½

Arnbjørn Dalsgarð (1874) – Martin Brekká (2051) 1 – 0

Øssur Joensen (1853) – Kim Durhuus (1752) ½ – ½

Eli W. Finnsson (1829) – Gunnar Joensen (1804) 1 – 0

Óli Joensen (1816) – Fróði Zachariassen 0 – 1

Støðan í 2. deild

Klaksvík 10 stig

Kollafjørður 9½

Toftir 9

Havnin (B) 8½

Rókur 5½

Havnin (A) 5½

Ófullfíggjað

Vit fara lættliga um dystir og støðu í 3. – og 4. deild í dag, tí her eru ikki øll úrslit fingin til vega enn. 

3. deild (4. umfar)

Kollafjørður – Vestmanna 1½ – 2½

Sandavágur – Kongshavn 3 – 1

Klaksvík – Gøta 

4. deild (bólkur A) (4. umfar)

Sandavágur – Strendur 2½ – 1½

Havnin – Rókur 3 – 1

Toftir – Gøta

4. deild (bólkur B) (4. umfar)

Suðuroy – Sandavágur 1½ – 2½

Kollafjørður – Rókur 0 – 4

Havnin – Kongshavn 4 – 0 (uttan dyst)

Støðan

Sandavágur 11½ stig

Havnin 11

Suðuroy 10½ 

Fimta umfar

Dystirnir í fimta umfari verða um tvær vikur. Stóri dysturin tá stendur millum oddaliðini bæði í 1. deild, sum møtast í Havn.

5. umfar (18. januar) – 1. deild

Havnin (A) – Sandavágur (A)

Havnin (B) – Klaksvík (A) Klaksvík (B) – Sandavágur (B)

Telving um jólini

Fleiri av føroysku talvfeløgunum hava havt serstakar snarkappingar í desember, sum annars hevur verið friðarligur við telving. Landskappingin hevur ligið still síðan seint í november, men nú eftir nýggjár verður herjað á aftur.

Les meira »

Unglingar (1973 – 2025)

1973 VT
1974 HT
1975 HT
1976 eingin vinnari
1977 TT
1978 GT
1979 TT
1980 TFS
1981 HT
1982 TFS
1983 HT
1984 HT
1985 HT
1986 HT
1987 HT
1988 HT
1989 eingin kapping
1990 Rókur (Skopun)
1991 eingin kapping
1992 KTF
1993 HT
1994 KTF
1995 HT
1996 HT
1997 HT
1998 HT
1999 KTF
2000 HT
2001 KTF
2003 VT
2004 KTF
2005 KTF
2006 ST
2007 KTF
2008 KTF
2009 KTF
2010 ST
2011 ST
2012 ST

2021 HT
2022 eingin kapping
2023 HT
2024 GT
2025 HT

Unglingar samanlagt

18 – Havnar Telvingarfelag
9 – Klaksvíkar Talvfelag
4 – Sandavágs Talvfelag
2 – Vestmanna Talvfelag
2 – Tofta Talvfelag
2 – Gøtu Talvfelag
2 – Talvfelagið Streymur
1 – Rókur (Skopun)

3. deild (1973 – 2025)

1973 HT
1974 HT
1975 VT
1976 ET
1977 TT
1978 HT
1979 TT
1980 TT
1981 HT
1982 TFS
1983 HT
1984 HT
1985 HT
1986 KT
1987 RT
1988 TT
1989 KT
1990 HT
1991 HóT
1992 HT
1993 HT
1994 HT
1995 HT
1996 HT
1997 GT
1998 HT
1999 HT
2000 HT
2001 VT
2002 HT
2003 KT
2004 HT
2005 GT
2006 ST
2007 KTF
2008 Rókur (Skopun)
2009 HT
2010 VT
2011 Rókur
2012 Rókur
2013 VT
2014 ST
2015 GT
2016 HT
2017 HT
2018 TFS
2019 KT
2020 KTF
2021 Rókur
2022 HT
2023 KHT
2024 TT
2025 Rókur

3. deild samanlagt

22 – Havnar Telvingarfelag
5 – Tofta Talvfelag
4 – Vestmanna Talvfelag
4 – Rókur
3 – Gøtu Talvfelag
3 – Kollafjarðar Talvfelag
3 – Klaksvíkar Talvfelag
2 – Talvfelagið Streymur
2 – Sandavágs Talvfelag
1 – Eiðis Talvfelag
1 – Runavíkar Talvfelag
1 – Kongshavnar Talvfelag
1 – Hósvíkar Talvfelag
1 – Rókur (Skopun)

2. deild (1972 – 2025)

1972 HT
1973 HT
1974 HT
1975 MT
1976 ST
1977 HT
1978 HT
1979 HT
1980 MT
1981 ST
1982 KTF
1983 HT
1984 KT
1985 GT
1986 KT
1987 HT
1988 TFS
1989 ST
1990 VT
1991 KT
1992 TFS
1993 HT
1994 HT
1995 KT
1996 VT
1997 KTF
1998 TT
1999 ST
2000 VT
2001 HT
2002 TT
2003 ST
2004 VT
2005 KTF
2006 ST
2007 VT
2008 HT
2009 TT
2010 ST
2011 HT
2012 ST
2013 TT
2014 Rókur
2015 ST
2016 HT
2017 GT
2018 KTF
2019 VT
2020 KTF
2021 VT
2022 KT
2023 ST
2024 KT
2025 ST

2. deild samanlagt

14 – Havnar Telvingarfelag
11 – Sandavágs Talvfelag
7 – Vestmanna Talvfelag
6 – Kollafjarðar Talvfelag
5 – Klaksvíkar Talvfelag
4 – Tofta Talvfelag
2 – Miðvágs Talvfelag
2 – Talvfelagið Streymur
2 – Gøtu Talvfelag
1 – Talvfelagið Rókur

1. deild (1971 – 2026)

1971 HT
1972 HT
1973 KT
1974 HT
1975 HT
1976 VT
1977 HT
1978 HT
1979 HT
1980 HT
1981 HT
1982 HT
1983 HT
1984 HT
1985 VT
1986 TFS
1987 TT
1988 KTF
1989 HT
1990 HT
1991 KTF
1992 VT
1993 KT
1994 KT
1995 HT
1996 KTF
1997 KTF
1998 KT
1999 KTF

2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF

2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
2024 HT
2025 HT
2026 ST

1. deild samanlagt

27 – Havnar Telvingarfelag
9 – Sandavágs Talvfelag
8 – Klaksvíkar Talvfelag
6 – Vestmanna Talvfelag
4 – Kollafjarðar Talvfelag
1 – Talvfelagið Streymur
1 – Tofta Talvfelag

FM unglingar (1973 – 2026)

1973 Símun Absalonsen, KTF 

1974 John Jacobsen, VT 

1975 Eingin kapping 

1976 Kári Petersen, TFS 

1977 Steintór Rasmussen, KTF 

1978 Bergur Johannesen, Rókur 

1979 Torkil Nielsen, ST 

1980 Petur Hans Hansen, TT 

1981 Heri V. Thomsen, KT 

1982 Haldur S. Johansen, KTF 

1983 Jóhan Sivertsen, HT 

1984 Hanus Brekká, TFS 

1985 Heini Olsen, KTF 

1986 Finnbjørn Zachariassen, TFS 

1987 Jóan Hendrik Andreasen, HT 

1988 Eivind Jacobsen, STF 

1989 Øssur Hansen, TT 

1990 Poul Martin Hansen, KT 

1991 John Arni Nilssen, Rókur 

1992 Herluf Hansen, HT 

1993 Tummas Martin Anthoniussen, KTF 

1994 Finnbjørn Vang, KTF 

1995 John Joensen, LT 

1996 Jóhan Gaard, HT 

1997 Eyðálvur Johannesen, KT 

1998 Martin Poulsen, HT 

1999 Olaf Berg, HT 

2000 Jákup D. Joensen, HT 

2001 Hans Kristian Simonsen, KT 

2002 Rúni Dragaberg, KTF 

2003 Rani Baldursson, KTF 

2004 Helgi Dam Ziska, HT 

2005 Rógvi Dragaberg, KTF 

2006 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 

2007 Hjalti Toftum Jógvansson, HT 

2008 Herborg Hansen, KTF 

2009 Heiðrikur T. Jacobsen, HT 

2010 Sára Traber Olsen, HT 

2011 Silas Eyðsteinsson, ST 

2012 Rúni T. Jacobsen, HT 

2013 Janus Skaale, KTF 

2014 Eli W. Finsson, HT 

2015 Leif Reinert Fjallheim, HT 

2016 Kaj Olsen, HT 

2017 Jón í Horni Nielsen, ST 

2018 Luitjen A. Apol, HT 

2019 Benjamin Reinert Fjallheim, HT 

2020 Elias Petersen, HT 

2021 Brestir Samuelsen, HT 

2022 Jónas Sólsker, KTF 

2023 Petur G. Magnussen, HT 

2024 Lisa J. Xin, HT 

2025 Baldur B. Jørgensen, HT 

2026 Andrew M. Xin