Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aðalfundur 11. mars

Aðalfundur 11. mars

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudagin tann 11. mars 2026 kl. 19.00 í Skúlanum á Giljanesi.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig, og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. 25. februar 2026.

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

Uppskot kunnu sendast umvegis teldupost á ingi@faroechess.com 

Bjóðað verður kaffi, te og afturvið.

Skrá sambært lógunum:

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt

Í nevndini sita:

Ingi Wiberg, formaður

Katrin Didriksen Apol, varaforkvinna (stendur fyri vali)

Karl Marius, kassameistari (stendur fyri vali)

Tummas Martin Sólsker, nevndarlimur

Hjalti Petersen, nevndarlimur

Møtið fjølment !
Nevndin

Sí eisini

Vágamenn økja

Sandavágs Talvfelag otaði seg eitt hálvt stig aftrat frá kappingarneytanum Havnar Telvingarfelag í sjeynda umfari …