Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til GT kvik

Innbjóðing til GT kvik

Leygardagin, 21. februar 2026, verður GT kvik telvað í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv, har Gøtu Talvfelag hevur hølir. Adressan er Vaktarhúsvegur 1, við Gøtugjógv. Kappingin byrjar klokkan 13.00. Øll eru vælkomin at luttaka.

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar kl. 13.00. 7 kviktalv verða telavð.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1000 kr.
  2. 600 kr.
  3. 400 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Melda til í seinasta lagi fríggjadagin 20. februar kl. 18.00. Tilmelding fer fram her: Tilmelding

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya og Gøtu Talvfelag

Sí eisini

Talvlandskappingin løgd út á blik

Nú í næstum er ætlanin at leggja fram nýtt yvirlit yvir úrslitini í føroysku liðkappingini …