Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Vágamenn økja

Vágamenn økja

Sandavágs Talvfelag otaði seg eitt hálvt stig aftrat frá kappingarneytanum Havnar Telvingarfelag í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin. Trý stig eru nú á muni, og trý umfør eru eftir. Í 2. deild eru kollfirðingar á odda, í 3. deild vestmenningar, og í fjórðu deild stevna suðuroyingar upp í hægri deild.

Tann heilt stóri spenningurin merkist ikki í 1. deild í ár. Sandavágsmenn stevna trygt fram á leið. At Rógvi Egilstoft bara fær verið við í einstøkum dystum tykist ikki at bila hjá teimum. 3-1 móti B-liðnum hjá Havnini mundi vera nøktandi úrslit hjá oddaliðnum.

Hjá meistaraliðnum úr Havn munaði tepri sigurin á Klaksvík B ov lítið, ætla teir at fáa oddaliðið aftur. Trý remis kundu bent á, at tað yvirskot, sum krevst hjá vinnandi liði, er ikki har í ár. Uttan Helga Dam Ziska verður møtimikið hjá Havnar Telvingarfelag at standa seg í kappingini við Sandavágs Talvfelag.

Spenningurin, sum trýtur í toppinum, er afturímóti í botinum. Har stendur nú á jøvnum millum B-liðini hjá Sandavági og Klaksvík.

Við frálíkum sigri sunnudagin togaði A-liðið hjá Klaksvík seg upp úr deyðavatni, og nærkast nú A-liðnum hjá Havnini.

1. deild – 7. umfar 

Havnin (B) – Sandavágur (A) 1 – 3

Elias Petersen – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1

Petur G. Magnussen – Jón í Horni Nielsen 1 – 0

Flóvin M. Tummasarson – Silas Eyðsteinsson 0 – 1

Margar Berg – Torkil Nielsen 0 – 1

Havnin (A) – Klaksvík (B) 2½ – 1½

Luitjen A. Apol – Haldur S. Johansen 1 – 0

Martin Poulsen – Wille Olsen ½ – ½

Carl Eli Samuelsen – Ingolf Gaard ½ – ½

Sjúrður Thorsteinsson – Rani Nolsøe ½ – ½

Klaksvík (A) – Sandavágur (B) 3½ – ½

Ólavur Simonsen – Bernhard Augustinussen 1 – 0

Rani Baldursson – Jón Atlason ½ – ½

Heðin Gregersen – Ingi Wiberg 1 – 0

Terji Petersen – Johnny Petersen 1 – 0

1. deild (støðan)

1. Sandavágur 20½

2. Havnin 17½

3. Klaksvík 15

4. Havnin (B) 12

5. Sandavágur (B) 9½

6. Klaksvík (B) 9½

Kollfirðingar cruisa

Sjálvt um oddaliðið heldur óvæntað tapti sunnudagin, so tykist eingin vandi vera á ferð hjá kollfirðingum, sum hava toluliga tryggja leiðslu. 

Tann annars so tryggi akkersmaðurin hjá kollfirðingum setti frúnna í deyða í ódramatiskari støðu, og so fór aldursforsetin á annars blaðungu havnarmanningini avstað við sigrinum fyri bæði borð og dyst.

Toftir hevur framvegis góðan møguleika at fáa kollfirðingar aftur, men so skal vend kom í, og fleiri stig á kontuna í hvørjum dysti, sum eftir er.

2. deild – 7. umfar

Kollafjørður – Havnin (B) 1½ – 2½

Árant Djurhuus – Jaspur T. Gaard 0 – 1

Rógvi Mørkøre – Lisa J. Xin 1 – 0

Markus Jacobsen – Brestir Samuelsen ½ – ½

Ingi Højsted – Herbert Holm Johannesen 0 – 1

Toftir – Rókur 2½ – 1½

Andrias Danielsen – Kim Durhuus 1 – 0

Bogi Ziska – Gunnar Joensen 1 – 0

Jógvan I. Hansen – Benni Poulsen ½ – ½

Jón Magnus Joensen – Fróði Zachariassen 0 – 1

Klaksvík – Havnin (A) 2 – 2

Tummas M. Sólsker – Heiðrikur Jacobsen 0 – 1

Einar Gregersen – Øssur Joensen 1 – 0

Rógvi H. Olsen – Jóannes Guttesen ½ – ½

Mannbjørn Anthoniussen – Poul Poulsen ½ – ½ 

2. deild (støðan)

1. Kollafjørður 17½

2. Toftir 15½

3. Klaksvík 15½

4. Havnin (B) 14½

5. Havnin (A) 13

6. Rókur 8

Spenningur í 3. deild

Hørð kapping stendur um uppflyting í 2. deild.

Vestmenningar eru á odda, men kollfirðingar eru í hølunum á teimum. Vinna kollfirðingar 2. deild og flyta upp í bestu deildina, so er her eitt gylt høvi hjá teimum at varðveita sætið í næstbestu deildini og sostatt hava lið í báðum fremstu deildunum.

Vestmenningar vilja í sínum lagi sjálvsagt longur fram, og munnu tí vera altráir at vinna í ár, so at teir aftur kunnu ferðast í heldur hægri luftløgum.

3. deild – 7. umfar

Vestmanna – Kongshavn 2½ – 1½

Samson Højgaard – Eyðun Lamhauge 1 – 0

John Jacobsen – Rúni Jacobsen ½ – ½

Jón Mikkelsen – Mainhard Danielsen ½ – ½

Jóhan Vørmadal – Jens á Líknargøtu ½ – ½

Gøta – Sandavágur 2 – 2

Reinhold Isaksen – Hans Kári Hansen 1 – 0

Petur Páll Mikkelsen – Hjalti Petersen ½ – ½

Jákup F. Joensen – Torkil Petersen 0 – 1

Andrias Gøthe – Jamil Emil Jacobsen ½ – ½

Kollafjørður – Klaksvík 3 – 1

Bernhard Thomsen – Hanus á Lógv (e) 1 – 0

Karl M. Dahl – Hanus á Lógv (y) ½ – ½

Virgar Fagraklett – Bogi á Kósini ½ – ½

Signar Kristiansen – Leif Anderssen 1 – 0

3. deild (støðan)

1. Vestmanna 17½

2. Kollafjørður 16½

3. Kongshavn 14½

4. Sandavágur 14½

5. Gøta 12½

6. Klaksvík 8½

Suðuroyingar á odda

Fremstu liðini í báðum bólkunum, sum hava kappast í 4. deild, eru nú í einum finalumfari í nýggjari 4. deild – hinir eru fyri seg í nýggjari 5. deild.

Enn eru bara tvey umfør farin í umskipaðu deildunum, men í løtuni er felagið í Suðuroy á odda í 4. deild. Sunnudagin telvaðu Eyðun Nolsøe, Alvin Joensen, Fríði Stenberg og Bjarni Nielsen á liðnum hjá Suðuroyar Talvfelag.

4. deild (2. finaluumfar)

Havnin (B) – Suðuroy 1½ – 2½

Sandavágur – Rókur 1 – 3

Havnin (A) – Sandavágur (A) 1½ – 2½

4. deild (støðan)

1. Suðuroy 6

2. Sandavágur 4

3. Rókur 3½

4. Sandavágur (B) 3½

5. Havnin 3½

6. Havnin (B) 3½

5. deild – 2 umfar

Kollafjørður – Strendur 1 – 3

Toftir – Gøta 2 – 2

5. deild (støðan)

1. Kollafjørður 4

2. Strendur 3

3. Gøta 3

4. Toftir 2

5. Rókur 1

Dystirnir í áttanda leikumfari í landskappingini í talvi verða sunnudagin 22. februar. Kappingin endar 14. mars.

Sí eisini

Grand Prix 2025/2026 – samlaða støðan, 5. flokkur og eldri

Nr.NavnBGP TórshavnBGP SandavágurBGP StrendurBGP VestmannaBGP FinalaTilsamansKappingarBestu 3 1Baldur Jørgensen13.51528.5228.5 2Nóel Sunason Berglind13.5922.5222.5 3Dávid Lützen101222222 4Sam …