Heim / Tíðindi (síða 35)

Tíðindi

Knústu Luksemburg

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir á fremstu borðunum móti Luksemburg fyrrapartin. Seinnapartin verður telvað móti Liktinstein.
 
 
Føroyska talvlandsliðið gjørdi ein ordans vørr í smálandakappingini á Malta fyrrapartin. Føroyar vunnnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini. Luksemburg hevur tvær ferðir vunnið smálandakappingina. 
 
Allir á føroyska liðnum – Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol – vunnu.  15 ára gamli Luitjen var tann fyrsti, sum vann. Hann var tann einasti av føroysku telvarunum, sum hevði lægri styrkital enn mótstøðumaðurin.
 
Við hesum einastandandi úrsliti – og tepra sigrinum í gjár á Andorra, sum er styrkismett nummar tvey í kappingini – hava Føroyar fingið eina flúgvandi byrjan suðuri á Malta.
 
 
Round 2 on 2021/11/29 at 09:00
Bo. 10
 
  Faroe Islands
Rtg 6
 
  Luxembourg
Rtg 4 : 0
1.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2541 WGM
 
Berend, Elvira
2328 1 – 0
1.2 FM
 
Nielsen, Høgni Egilstoft
2386 IM
 
Berend, Fred
2325 1 – 0
1.3 IM
 
Rødgaard, John
2317 FM
 
Wagener, Claude
2217 1 – 0
1.4  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2111  
 
Mertens, Marc
2128 1 – 0
 
Hini úrslitini í 2. umfari:
 
Andorra – Likttinstein 3 – 1
Kýprós – Malta 2½ – 1½
Jersey – Guernsey 1 – 3
Monaco – Kvinnuúrvalsliðið 4 – 0
 
Nú seinnapartin telva Føroyar móti Liktinstein.

Føroyar vunnu

Klárt at byrja. Tómi talvsalurin fyri fyrstu dystirnar suðuri á Malta.
 
Føroyska talvlandsliðið vann toppdystin móti Andorra í fyrsta umfari í kappingini millum smátjóðir í Evropa. 
 
Dysturin millum liðini, sum eru styrkismett sum tey bæði stinnastu, og hava vunnið kappingina báðar seinastu ferðirnar, endaði 2½-1½ til okkara. Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri á øðrum borði. Á hinum trimum borðunum endaði remis.

Les meira »

Oddabrak í dag

Føroyar og Andorra bresta saman í fyrsta umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin.
 
Lutakastið lagaði tað so, at favorittliðini taka sínamillum dystin longu í fyrsta umfari. Andorra vann kappingina seinast, og Føroyar vunnu næstseinast. 

Les meira »

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið

Úttøkukapping til Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 27. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Giljanesi.

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik. (Tillagingar kunnu verða gjørdar)

Kappast verður í trimum aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Les meira »

Frásøgn frá Øbro 85 års Jubilæumsturnering (Luitjen A. Apol)

Í tíðarskeiðnum 18.-24. Okt. luttók eg í kappingini Øbro 85 års jubilæumsturnering í Keypmannahavn. Telvað varð í hølunum hjá Skakforeningen-Øbro. Tað var ein sterk kapping við 26 luttakaranum, harav fimm stórmeistarar og tríggir altjóða meistarar. Vladimir Hamitevici, sum býr og telvar í Klaksvík, vann kappingina við 7,5/9 stigum. Eg endaði á einum deildum 22. plássi við 3/9 stigum. Tað er ein hampilig ratingframgongd og eitt rímiligt úrslit av tí at allir mótstøðumenninir, eg telvaði ímóti, vóru væl hægri styrkismettir enn eg. Eg hevði tó nakrar góðar møguleikar at fáa meira burturúr í onkrum talvi, men tók tíverri ikki av, tá ið møguleikarnir vístu seg. Les meira »

Talvkapping á netinum

Sunnudagin 31.10.2021 kl. 19:00 verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

3. umfar í liðkappingini útsett

Vegna høga smittutalið í løtuni, er 3. umfar í liðkappingini útsett. Koronavegleiðingin metir ikki, at tað er ráðiligt at telva hetta vikuskiftið.

Nærri kunning kemur, tá telvað verður aftur.

Heðin Gregersen vann ST Open 2021

Fyrsta Grand Prix kappingin í kappingarárinum varð telvað í vikuskiftinum.

21 luttakarar vóru við í kappingini á Giljanesi. Gleðiligt at síggja so nógvar luttakara og serliga at síggja so nógvar nýggjar telvarar royna seg. Les meira »