6. Barna Grand Prix kapping út av 10 varð telvað í Víkingahúsinum í Gøtu t. 10. februar. Telvað vóru 6 umfør í tveimum aldursbólkum: 4 flokkur og yngri og 5 flokkur og eldri. 10 minuttir + 5 sekund høvdu børnini á klokkuni.
Í yngra bólkinum var Dávid Lutzen sannførandi vinnari, við 6 út av 6 stigum. Baldur B. Jørgensen var eisini greiður á 2. plássi við 5 stigum. Á 3. plássi vóru 4 javnir, við 4 stigum í part. Tó var tað Hendrik Hansen sum fór avstað við bronsumedaljuni við flest mótstøðustigum.
Í eldra bólkinum var tað Emil Jamil sum fór avstað við gullinum, við 5,5 stigum út av 6 møguligum. Nummar 2 gjørdist Djóni Jakobsen við 5, og nummar 3 Herbert Johannessen við 4 stigum.
Barna Grand Prix støðan
Til hvørja einstaka barnakapping av hesum slag hevur ein møguleika fyri at vinna heiðursmerki. Tó fyri at kunna fáa plasering í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 5 kappingum, harav eisini finaluni, sum eftir ætlan verður 7. apríl.
Sí talvkalendaran við øllum Barna Grand Prix kappingunum.
Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:
- Nr. 1 fær 15 GP stig
- Nr. 2 fær 12 GP stig
- Nr. 3 fær 10 GP stig
- Nr. 4 fær 9 GP stig
- Nr. 5 fær 8 GP stig
- Nr. 6 fær 7 GP stig
- Nr. 7 fær 6 GP stig
- Nr. 8 fær 5 GP stig
- Nr. 9 fær 4 GP stig
- NR. 10 fær 3 GP stig
- NR. 11 fær 2 GP stig
- NR. 12+ fáa 1 GP stig
Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.
Tá allar kappingarnar eru av verður vinnarin avgjørdur útfrá somu leiðbeiningunum, sum hjá teimum vaksnu. Tær ljóða soleiðis:
7) Tá Grand Prix endastøðan verður gjørd upp, verður hetta gjørt soleiðis:
- GP stig í 5 teimum bestu kappingunum
- Úrslitið í 6. bestu kappingini verður tikið við
- Luttikið í mest GP-kappingum
- 2 x snartalv og sudden-death
Tað vil siga, at um Grand Prix poengini ikki avgera vinnaran og stendur á jøvnum, so hyggur man eftir næsta punkti. Um enn er javnt fer man til næsta punkt, osv.
Støðan í Barna Grand Prix kappingini eftir 6 kappingar er at síggja her.