Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM í Finnlandi

NM í Finnlandi

Eftir ein langan ferðadag, har vit møttu á flogvøllinum í Vágum kl. 7 um morgunin, komu vit fram til Paivola Institute í Valkeokoski seint á kvøldi hósdagin. Staðsetingin er heldur avsíðis, so her eru góðar umstøður at hugsavna seg um telvingina.

Í 1.umfari fingu vit samlað 1 stig. Luitjen fekk remis móti hægst rataða telvarnum í bólki A og Emil fekk bjargað sær ein flottan javnleik í C bólkinum.
Fleiri telvarar høvdu góðar støður og møguleikar at fáa stig. Eftir 1. umfar vóru avgjørt góð tekin at síggja í telvingini, hóast úrtøkan var soltin.
Í 2.umfari gjørdist úrtøkan 2½ stig. Í innanhýsis dysti millum Baldur og Lisu í E bólkinum gjørdist úrslitið remis, bæði telvaðu trygt og neyvt og forðaðu hóttanum hjá hvør øðrum, so remis var helst rætta úrslitið.
Í A bólkinum var telvingin ikki eins góð, sum í 1.umfari, men úrslitini vóru betur. Luitjen megnaða at bjarga sær úr mest sum vónleysari støðu og vinna talvi, ímeðan Jón við fyrimuni í endatalvinum var ov óneyvur og misti fyrimunin, so úrslitið gjørdist remis.

Aftur vóru góð talv og misti møguleikar hjá føroyingunum í øllum bólkum.
Við fleiri royndum, so lúkast hesir feilirnir burtur og úrtøkan gerst betur. Hetta eru týdningarmiklar royndir, ið koma at bera ávøkst!

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …