Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til TT-Kvik 2024

Innbjóðing til TT-Kvik 2024

7. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Tofta Talvfelag komandi leygardag, 24. februar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

 

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar kl. 14.00. 7 kviktalv verða telavð.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1000 kr.
  2. 600 kr.
  3. 400 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

 

Tilmelding:

 

Melda til her: Tilmelding

Seinasta freist at melda til er fríggjakvøld 23. februar kl. 20.00.

Um avbjóðingar eru við at tilmelda seg, skriva so ein teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com

Tilmeldingar higartil síggjar her: Tilmeldaði

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.