Havnin økir

Havnar Telvingarfelag við stórmeistaranum Helga Dam Ziska á odda styrkti oddastøðu sína um vikuskiftið.
 
 
Eitt stig var á muni millum kappingarneytarnar Havnina og Sandavág fyri dystirnar í áttanda umfari sunnudagin – nú eru havnarmenn tvey stig fremri.
 
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi, og hóast havnarliðið hevur munin, er stríðið um FM-heitið framvegis ógvuliga spennandi. Avgerðin fellur væntandi í innanhýsis dysti á síðsta leikdegi.
 
Oddaliðini telvaðu bæði í Sandavági, har havnarmenn og klaksvíkingar vitjaðu. Havnarmenn gjørdu bart móti øðrum liði hjá vágamonnum og vunnu 4-0. Martin Poulsen sást aftur á havnarliðnum sunnudagin. Hann loysti av Luitjen Akselsson Apol.
 
FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag vann 3-1 á fyrsta liði hjá Klaksvíkar Talvfelag. Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe fingu javnt á klaksvíksliðnum á ávikavist 1.- og 4. borði.
 
Í Klaksvík telvaðu B-liðini hjá Klaksvík og Havnini. Klaksvíkingar vunnu 3-1. Ósigurin ber í sær, at B-lið havnarmanna er komið í veruligan niðurflytingarvanda.
 
 
 
1. deild – 8. umfar (11. februar) 
 
Sandavágur (2) – Havnin (1)
Torkil Nielsen – Helgi Dam Ziska 0 – 1
Jón Atlason – Martin Poulsen 0 – 1
Ingi Wiberg – Carl Eli Samuelsen 0 – 1
Johnny Petersen – Sjúrður Thorsteinsson 0 – 1
 
Sandavágur (1) – Klaksvík (1) 3 – 1
Rógvi Egilstoft – Ólavur Simonsen ½ – ½
Høgni Egilstoft Nielsen – Terji Petersen 1 – 0
Silas Eyðsteinsson – Rani Baldursson 1 – 0
Jón í Horni Nielsen – Rani Nolsøe ½ – ½
 
Klaksvík (2) – Havnin (2) 3 – 1
Haldur S. Johansen – Herluf Hansen ½ – ½
Wille Olsen – Suni Merkistein ½ – ½
Heðin Gregersen – Andrias Ziska 1 – 0
Finnbjørn Vang – Jóannes Guttesen 1 – 0
 
Støðan í 1. deild (eftir 8 umfør)
Havnin 27 stig
Sandavágur 25
Klaksvík 15½
Sandavágur (2) 11
Klaksvík (2) 10
Havnin (2) 7½
 
 
Hinar deildirnar
 
Um hinar deildirnar er stutt at siga, at kollfirðingar stevna framvegis móti uppflyting úr 2. deild upp í 1. deild, tó at teir taptu sunnudagin. Styrkismunurin á fremstu og næstfremstu deildini er lutfalsliga stórur. Tí ræður um hjá tí liði, sum flytur upp, at styrkja seg komandi kappingarár, ætla teir at verða hangnandi í bestu deildini.
 
Í 3. deild eru toftamenn í flokki fyri seg og flyta upp. Í hinum endanum liggja vestmenningar í tungum sjógvi, men við einum góðum spurti, kunnu teir bjarga sær undan niðurflyting.
 
Í 4. deild er Havnin fremst, og um unglingadeildina er at siga, at hugaligt er at síggja, hvussu jøvn øll liðini í veruleikanum eru.
 
 
2. deild (8. umfar)
Kollafjørður – Klaksvík (3) 1½ -2½
Kollafjørður (2) – Havnin (3) 1 – 3
Kongshavn – Havnin (4) 2 – 2
 
Støðan (2. deild):
Kollafjørður 20 stig
Kongshavn 16½
Havnin 16
Klaksvík 15½
Havnin 14½
Kollafjørður 13½
 
 
3. deild (8. umfar)
Vestmanna – Sandavágur 2 – 2
Toftir – Rókur 3½ – ½
Sandavágur – Gøta ½ – 3½
 
Støðan (3. deild):
Toftir 25½
Sandavágur 17
Rókur 15½
Gøta 14½
Sandavágur 12½
Vestmanna 11
 
 
4. deild (støðan)
Havnin 24 stig
Klaksvík 20
Klaksvík 19½
Strendur 19½
Sandavágur 12
Suðuroy 10
Toftir 10
Rókur 9½
Gøta 5½
Kongshavn 2
 
 
Unglingar (støðan)
Gøta 12 stig
Havnin 11½
Havnin 11
Klaksvík 10½
Sandavágur 10
Strendur 9½
Rókur 8½
Gøta 8
Toftir 7
 
 
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini. Telvað verður aftur um tvær vikur, og so endar kappingin tvær vikur eftir tað.
 
Í 1. deild er skráin fyri tað, sum eftir er av kappingini henda:
 
9. umfar (25. februar)
Havnin (1) – Klaksvík (1)
Klaksvík (2) – Sandavágur (1)
Havnin (2) – Sandavágur (2)
 
10. umfar (9. mars)
Sandavágur (1) – Havnin (1)
Klaksvík (1) – Havnin (2)
Sandavágur (2) – Klaksvík (2)

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …