Telvarnir settust væl hýrdir við borðini kl.9 í morgun. Í A bólkinum helt Luitjen fram har hann slepti í gjár, og vann í 3.umfari. Jón pressaði mótstøðumannin, men kongastøðan var í so opin og talvið endaði remis, tí Jón slapp ikki undan skákunum.
Í 4.umfari var topdystur millum Luitjen og norðmannin, ið hevði fult stigartal. Hesa ferð gjørdist Luitjen ov stuttur og tapti tíverri talvi. Jón endaði enn einaferð við einum ævig skáki, og so var aftur remis.
Í bólki B tapti Rókur í 3. umfari. Elias hevði stóran part av talvinum mest sum vónleysa støðu, men bleiv við at stríðast. Mótstøðumaðurin gjørdist ov bráður, og Elias gagnnýti møguleikan og hevði brádliga 2 menn fleiri og sigurin var í hús.
Í umfari 4 kom Rókur illa frá byrjan og mátti lúta móti norðmanninum.
Elias telvaði væl, vann sær ein fyrimun, men mótstøðumaðurin stríddist manniliga og brádliga hevði mótstøðumaðurin fyrimun og vann talvið.
C bólkurin kom illa í gongd í morgun. Bæði Petur og Emil taptu í 3. umfari.
Í 4.umfari var innanhýsis uppgerð millum Petur og Emil, teir telvaðu leingi og stríddust væl, endin gjørdist at Petur var við yvirlutan og vann.
Í D bólkinum byrjaði dagurin við remis millum Andrias og Oskar. Í 4.umfari taptu báðir eftir at hava telva leingi.
Í E bólkinum hildnaðist dagurin serstakliga væl. Lisa fekk ein javnleik í 3.umfari og Baldur telvaði væl, men bleiv lumpaður og tapti. Í 4.umfari gjørdu føroyingarnir bart og vunnu bæði talvini.
Samlaða úrtøkan í dag gjørdist 7,5 stig og eru vit nú komin á 11 stig samanlagt.