Í A bólkinum var einki at seta fingurin á í dag. Jón telvaði væl og fekk veruliga gongd á taktisku kombinatiónirnar og vann bæði talvini í dag ímóti sterkari mótstøðu.
Luitjen hevði medalju kjansir tá dagurin byrjaði og hesum fór hann eftir við heilum huga. Luitjen vann bæði talvini í dag og tryggjaði sær annaðplássi. Luitjen endar nr. 2 við 4,5 stigum og Jón nr. 4 við 3,5.
Í B bólkinum fekk Rókur ein sigur uttan talv í morgun og Elias hevði eitt flott talv, men misti tíverri á stokkinum.
Seinnapartin telvaðu teir báðir javnt sínamillum og endaðu á 1,5 í part.
Í C bólkinum tapti Emil tíverri bæði talvini í dag og endar við 0,5 stigum
Petur fekk remis í morgun og stríddist fyri at halda tí seinna javnt, men mátti tíverri lúta. Petur endar á 1,5 stigum.
Í D bólkinum riggaði einki í dag. Bæði Oskar og Andrias telvaðu væl og høvdu fínar støður. Tíverri var mótstøðan ov sterk og taptu báðir bæði talvini. Teir enda á 0,5 stigum í part.
Í E bólkinum var hetta dagurin har flest møguleikar fóru fyri skeyti. Bæði Baldur og Lisa telvaðu neyvt og høvdu løtur við yvirvág í talvunum. Tíverri taptu tey eisini bæði talvini.
Lisa endar á 2 stigum og Baldur 1,5.
Samlaða úrtøkan hjá føroyingum gjørdist 17,5 stig.