Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Endaspurturin byrjar

Endaspurturin byrjar

Vágamenn og havnarmenn í avgerandi dysti um FM-heitið í talvi.
 
Í morgin sunnudagin verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg.
 
Tvey stig eru á muni millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hittast í síðsta umfari um tvær vikur.
 
Í morgin fæst so greiði á, hvørjar fyritreytirnar fyri avgerandi innanhýsis dystin í síðsta umfari verða – verður núverandi munurin standandi óbroyttur, økist hann ella styttist hann?
 
Havnarmenn hava ivaleyst heldur torførari dyst enn sandavágsmenn í morgin. Báðir FM-biðlarnir hava klaksvíkingar ímóti sær; Havnin telvar móti 1. liði hjá Klaksvík, Sandavágur hevur dyst móti B-liði felagsins. Tað er tó at siga, at munurin á báðum klaksvíksliðunum í 1. deild er ikki eins stórur og munurin á báðum liðunum, sum Havnin og Sandavágur hvør hava í bestu deildini.
 
Telvað verður soleiðis í 1. deild í morgin:
 
1. deild – 9. umfar (25. februar 2024)
Havnin (1) – Klaksvík (1)
Klaksvík (2)- Sandavágur (1)
Havnin (2) – Sandavágur (2)
 
Støðan í 1. deild:
Havnin 27 stig
Sandavágur 25
Klaksvík 15½
Sandavágur (2) 11
Klaksvík (2) 10
Havnin (2) 7½
 
 
Suveren oddalið
 
Úrslitini tala. Oddaliðini bæði eru í flokki fyri seg. 
 
Havnarmenn hava ásannað, at skulu teir taka meistaraheitið frá vágamonnum, krevst einki minni enn ein óvanliga góð úrtøka á hvørjum borði. 
 
Við undantaki av fyrra innanhýsis dystinum millum Havnina og Sandavág, sum endaði javnur, hevur oddaliðið fingið ikki minni enn 3½ stig í hvørjum av hinum dystunum. Vágamenn hava vunnið sínar dystir 3-1 ella meira.
 
Havnarmenn hava bara tapt eitt av 32 talvum higartil, vágamenn tvey.
 
Innanhýsis úrtøkan hjá oddaliðunum báðum er henda:
 
Havnin
Helgi Dam Ziska 6½/7
Martin Poulsen 2/2
Carl Eli Samuelsen 5/7
Luitjen Akselsson Apol 5½/7
Sjúrður Thorsteinsson 7/8
Suni Merkistein 1/1
 
Sandavágur
Rógvi Egilstoft 6/7
Høgni Egilstoft Nielsen 7/8
Silas Eyðsteinsson 4½/7
Torkil Nielsen 2½/3
Jón í Horni Nielsen 5/7
 
 
Aðruhvørja ferð
 
Ikki síðani 2010 hevur annað felag enn tey í Sandavági og í Havn vunnið FM. Tá vann Klaksvíkar Talvfelag. Síðani hava vágamenn og havnarmenn verið einsamallir um oddastríðið. 
 
Seinastu seks árini hava feløgini vunnið aðruhvørja ferð:
 
FM-vinnarar í talvi 1. deild 2018-2023
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
 
 
Hinar deildirnar
 
Í 2. deild er Kollafjarðar Talvfelag á odda. Runavíkingar eru teir einastu, sum hótta.
 
Í 3. deild eru toftamenn klárt á odda, og hava at kalla tryggjað sær uppflyting.
 
Í 4. deild hevur Havnar Telvingarfelag verið á odda allan vegin.
 
Mesti spenningurin er í unglingadeildini. Har kann alt henda.
 
 
2. deild (topp-3)
Kollafjørður 20 stig
Kongshavn 16½
Havnin 16
 
3. deild (topp-3)
Toftir 25½ stig
Sandavágur 17
Rókur 15½
 
4. deild (topp-3)
Havnin 24 stig
Klaksvík 20
Klaksvík/Strendur 19½
 
Unglingar
Gøta 16 stig
Sandavágur 15½
Havnin 15½

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …