Barnakapping á Eiði 29. mars

Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina. 

Les meira »

HT-Open 2020

Komandi vikuskiftið 13.-15. mars verður HT-Open telvað í Gulaskúla í Havn. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Vágamenn á FM-kós

Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í dystinum móti Vestmanna Talvfelag í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini fyri feløg í dag. Vágamenn vunnu við fullum stigatali – 4-0.    Havnarmenn fingu sum væntandi var munandi harðari mótstøðu móti klaksvíkingum. Havnarmenn vunnu tepran sigur, 2½-1½.    Sandavágsmenn hava tí endurvunnið leiðsluna í 1. deild fyri seinasta umfar.

Les meira »

Hvør tekur leiðsluna?

Nú verður farið undir endaspurtin í landskappingini í talvi millum feløg. Fyri dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í morgin sunnudagin stendur á jøvnum í fremstu deildini millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag. Bæði liðini hava 24 stig. Klaksvíkar Talvfelag hevur á triðja plássi 18½ stig. 

Les meira »

Barnakapping í Kollafirði 8. mars

Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina. 

Les meira »

Kvik-kapping á Eiði leygardagin

8. Grand Prix kapping verður telvað leygardagin. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og óroynd. Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum. Meira kann lesast um tær her: https://faroechess.com/?p=1602

Les meira »