Paringarnar til FM fyri einstaklingar eru tøkar á: her Av praktiskum orsøkum eru smávegis broytingar í skránni. Skráin fyri unglingar er niðanfyri skránna hjá Landsliðsbólkinum og Almenna bólkinum. Aftaná síðsta umfar leygardagin 31. okt verður nátturði og steypahandan.
Les meira »Sandavágur økir
Sandavágs Talvfelag styrkti í dag um leiðsluna í landskappingini í 1. deild. Við skerdum liði vunnu vágamenn 3-1 í toppdysti móti klaksvíkingum.
Les meira »Sandavágur á odda
Landskappingin í talvi millum feløg er byrjað aftur. Í morgin sunnudagin er triðja umfar á skránni. Í 1. deild hevur Sandavágs Talvfelag fingið bestu byrjanina. Vágamenn hava vunnið báðar dystirnar ruddiliga, og lagt seg greitt á odda.
Les meira »2. umfar í liðkappingini telvað
Í gjár, sunnudagin 11.10.2020, bleiv annað umfar í liðkappingini í talvi telvað. 11 dystir blivu telvaðir. Dysturin millum ST3 og KTF4 er útsettur.
Les meira »Talvkapping á netinum
Leygardagin 10.10.2020 kl. 19:00 verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »Innbjóðing til FM fyri einstaklingar
Runavíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2020. Høvuðsstuðul er Runavíkar kommuna.
Les meira »Aðalfundurin verður 30. septembur kl. 19.30, í Klaksvík
Aðalfundurin verður hildin í Klaksvík, mikudagin 30. septembur, í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag, Bøgøta 3. Inngongdin er í kjallaranum.
Les meira »Liðkappingin 2020/2021
Liðkappingin 2020/2021 byrjar sunnudagin 04.10.2020. 24 lið eru tilmeldaði til kappingina hjá vaksnum. Umfram hetta eru 6 lið tilmeldaði til Unglingadeildina.
Les meira »Talvkalendarin 2020-21
Kalendarin kann heintast í pdf formati við at trýsta her.
Les meira »Talvkapping á Eiði
Fyrsta Gand Prix kappingin hetta kappingarárið verður á Eiði leygardagin 26.09.2020. Byrjað verður at telva kl. 14:00. Kappingin er fyri øllum, bæði royndum og minni royndum.
Les meira »