Kalendarin kann heintast í pdf formati við at trýsta her.
Les meira »Talvkapping á Eiði
Fyrsta Gand Prix kappingin hetta kappingarárið verður á Eiði leygardagin 26.09.2020. Byrjað verður at telva kl. 14:00. Kappingin er fyri øllum, bæði royndum og minni royndum.
Les meira »Tilmelding til liðkappingina 2020/2021
Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2020/2021.
Les meira »Aðalfundurin verður 30. septembur
Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudag tann 30. septembur 2020.
Les meira »FM í talvi fyri einstaklingar avlýst/útsett
Vegna nýíkomnu COVID-19 støðuna, hava Runavíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya valt at avlýsa FM fyri einstaklingar, ið skuldi telvast komandi tvey vikuskiftini. Seinni í ár verður støða tikin til, um FM 2020 verður hildið. Við talvkvøðu, Runavíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya
Les meira »Fyrstu FM leikirnir verða leiktir fríggjadagin
Fríggjadagin kl. 17 setast 24 telvarar við talvborðini í Løkshøll í Runavík. Ein føroyameistari, ein unglingaføroyameistari og ein vinnari av almenna bókinum skulu finnast.
Les meira »FM fyri einstaklingar 2020
TSF bjóðar, saman við Runavíkar Talvfelag og Runavíkar kommunu, til FM í talvi fyri einstaklingar í Løkshøll. Árið 2020 hevur verið eitt sermerkt ár. Korona kollvelti samfelagið og gerandisdagin, og skapti hetta nógvar nýggjar avbjóðingar. Hetta er eisini galdandi fyri føroyska telving og skipan av kappingum, men nýggjar avbjóðingar merkja nýggjar loysnir.
Les meira »Innbjóðing til FM fyri einstaklingar
Runavíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2020.
Les meira »Snartalvkapping fyri smálandatjóðir á lichess.org – allir føroyingar kunnu luttaka
Sunnudagin 28. juni, frá kl. 15.30 til kl. 18, skipar European Small Nations Association (ESNA) fyri eini online liðkapping í snartalvi (5 min + 3 sek). Telvað verður ímóti hinum smálandatjóðunum, og allir føroyskir telvarar kunnu luttaka í kappingini.
Les meira »Tað er mangur leikur í longum talvi
Tað var spenningur og dramatikkur við lít, tá landskappingin í talvi endaði í gjár. Vanliga verður seinasta umfarið avgreitt sum stórt felagsumfar, men Korona-støðan bar í sær, at vent var aftur til vanligu mannagongdina, at heimaliðini skipaðu fyri sínum dystum. Mesti spenningurin var á Giljanesi, har oddaliðini í 1. deild brustu saman í rættari FM-finalu. Havnarmenn tóku øll á bóli við einum knúsandi stórsigri á meistaraliðnum í Vágum. 3½-½ sigurin bar í sær, at steypið endaði aftur í Havn.
Les meira »