Í gjár byrjaði tann árliga talvkappingin, Uppsala Young Champions. Hetta er ein sterk, altjóða kappingin fyri unglingar, ið verður telvað í Uppsala, Svøríki.
Við í kappingini eru okkara sterkastu unglingar, Luitjen Akselsson Apol (2129) og Leif Reinert Fjallheim (1985).
Báðir eru komnir væl frá byrjan. Í fyrsta umfari vann Luitjen, við svørtum, á svenska Vidar Grahn (1926), meðan Leif, við hvítum, spældi remis móti svenska CM Leo Crevatin (2221). Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess