Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Grand Prix 2019/20

Grand Prix 2019/20

Grand Prix kappingin 2019/20 er av. Luttøkan í teimum 10 kappingunum hevur samanumtikið verið góð. Í miðal hava 30 luttakarar verið til hvørja kapping. Samanlagt hava heili 125 telvarar luttikið í teimum ymisku kappingunum, sum uttan iva er met.

Tað hevur gingið upp og niður við luttøkuni til Grand Prix kappingarnar. Fyrstu árini vóru nógvir luttakarar, síðani var eitt tíðarskeið, har luttøkutalið var heldur soltið. Nú sær út til, at kappingarnar blíva betur og betur umtóktar aftur. Serliga eru tað teir ungu telvararnir, sum møta trúliga upp til kappingarnar.

Fyri at luttaka í samlaðu Grand Prix kappingini, so skal mann minst telva við í 5 av teimum 10 kappingunum. Nógvir ungir telvarar kláraðu hetta kravið, men tíverri var eingin telvari yvir 30 ár, sum telvaði 5 kappingar. Hetta má gerast betur til komandi kappingarár.

Eins og við øllum øðrum tiltøkum, so hevur Coronavirusið ávirkað telvingina síðstu tíðina. Avgerð bleiv tikin um, at tvær tær síðstu kappingarnar skuldu telvast á netinum. Hetta eydnaðist sera væl. Til tað einu kappingina vóru heili 76 luttakarar.

Tá finalan bleiv telvað á netinum, so var sjálvandi ikki møguligt at hava nakra handan. Handanin verður í samband við síðsta umfar í liðkappingini ella steypakappingina.

Vinnararnir av Grand Prix kappingini 2019/20 gjørdist hesir:

 

Nr. 1                  Rógvi Egilstoft                            31 stig

Nr. 2                  Høgni Egilstoft Nilesen             29,5 stig

Nr. 3                  Luitjen Akselsson Apol             24 stig

 

Ratingsvirðislønir:

Bólkur A:          Jón í Horni Nielsen                    8 stig

Bólkur B:          Rógvi Mørkøre                           1 stig

Bólkur C:          Elias Petersen                            3,7 stig

 

Øll úrslitini kunnu síggja her: Úrslit

Úrslitini av hvørjari einstakari kapping eru at finna her: Kappingar

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …