Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Kappingar á netinum í mai

Kappingar á netinum í mai

Síðani Coronavirusið byrjaði at herja, hevur nógv telving verið á netinum. Talvsamband Føroya hevur skipað fyri kappingum á heimasíðuni chess.com. Nógvar kappingar verða eisini í mai mánaði. Øll eru vælkomin at luttaka.

Barnakappingarnar verða telvaðar á hesum bólkinum: Talvkappingar fyri børn

Hinar kappingarnar verða telvaðar á hesum bólkinum: Talvsamband Føroya

Kappingarnar í mai mánaði verða hesar:

02.05.2020 leygardag kl. 19:00 9. umfør 5 min. + 3 sek.  
05.05.2020 týsdag kl. 19:00 9. umfør 3 min. + 2 sek.  
06.05.2020 mikudag kl. 18:30 7. umfør 5 min. + 3 sek. (Barnakapping)
09.05.2020 leygardag kl. 19:00 9. umfør 5 min. + 3 sek.  
12.05.2020 týsdag kl. 19:00 9. umfør 3 min. + 2 sek.  
13.05.2020 mikudag kl. 18:30 7. umfør 5 min. + 3 sek. (Barnakapping)
16.05.2020 leygardag kl. 19:00 9. umfør 5 min. + 3 sek.  
19.05.2020 týsdag kl. 19:00 9. umfør 3 min. + 2 sek.  
20.05.2020 mikudag kl. 18:30 7. umfør 5 min. + 3 sek. (Barnakapping)
23.05.2020 leygardag kl. 19:00 9. umfør 5 min. + 3 sek.  
26.05.2020 týsdag kl. 19:00 9. umfør 3 min. + 2 sek.  
27.05.2020 mikudag kl. 18:30 7. umfør 5 min. + 3 sek. (Barnakapping)
30.05.2020 leygardag kl. 19:00 9. umfør 5 min. + 3 sek.  

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.