Aðalfundur Talvsambandsins varð hildin 30.09.2019 (við eyka-aðalfundi 11.03.2020)
Formaðurin byrjaði við at leggja fram formansfrágreiðingina.
Ein minuttur tøgn varð hildin fyri fyrrverandi formanni Tofta Talvfelags, Wensili Højgaard, ið herfyri andaðist eftir sjúkralegu.
Forseti talvsambandsins legði fram roknskapin, ið var bókaður, men ikki grannskoðaður.
Aðalfundurin gav nevndini heimild at innkalla til eyka-aðalfund, við styttri freist enn vanligu freistina, ið er ein mánaður. Grannskoðaður roknskapur skuldi leggjast fram tá.
Aðalfundurin bað nevndina um at fáa tilboð frá løggildum grannskoðaravirkjum, klárt at leggja fram til eyka-aðalfundin.
- Nevndin kannar um tað er ráðiligt/gott at roknskaparárið fylgir kalendarárinum.
Nevndarval
- Liljan Jacobsen stendur fyri vali, stillar ikki uppaftur.
- Elmar Reinert Fjallheim stendur fyri vali, tekur við afturvali.
- Ingi Wiberg tiltakslimur, stillar upp sum nevndarlimur.
Ymiskt
Nevndin mælir til at avtaka føroyska ratinglistan, tí allar kappingar í Føroyum eru ELO rataðar. Hetta varð samtykt.
- Limagjaldið fer (í praksis) at vera kravt inn, 50 kr fyri vaksin og 20 kr fyri ung (upp til 20 ár).
Nevndin legði fram uppskot viðvíkjandi stuðli til telvarar, ið telva uttanlanda. Uppskotið varð lagt fram við hesum fortreytum:
- Fyri at fáa stuðul, skal telvarin hava telvað minst 10 talv í føroyskum talvkappingum árið frammanundan.
- Latið verður 1000 kr fyri luttøku, og harumframt 1000 kr, um eitt viðmerkt talv/frágreiðing verður latin.
- Aðru ferð er treytin at telvarin viðmerkir eitt talv, fyri at fáa stuðul. 1000 kr áðrenn kapping, 1000 kr fyri viðmerkt talv eftir lokna kapping (seinast 2 vikur).
- Fyri teir sum søkja normar, tvs. telvarir yvir 2300, verður latið 3500 kr, men tá er frágreiðing kravd.
- Tað skulu vera vanlig/klassisk talv.
- Um Open kapping verður hildin í Føroyum (Runavík, Faroese), verður kravt at viðkomandi luttekur í onkrari av hesum kappingum.
Aðalfundurin svaraði samanumtikið soleiðis til stuðulsuppskotið:
- Unglingar skulu verða betri stuðlaðir enn eldri telvarir
- Uppskot er um at tá telvari vinnur norm, fær viðkomandi eisini eina eyka upphædd.
Uppskot er um at TSF stuðlar feløgum td. til liðkappingina
Kunnað varð um aðalskrivaran, Rógva Egilstoft.
- Rógvi tekur sær av øllum kappingum, umframt at verða bindilið ímillum talvfeløgini og Talvsambandið.
Nevndin skipaði seg við:
- Finnbjørn Vang, forseti
- Katrin Didriksen Apol, vara forseti
- Ingi Wiberg, kassameistari
- Ingolf Gaard, skrivari
- Elmar Reinert Fjallheim, nevndarlimur
Eyka aðalfundur, 11.03.2020
Fundurin byrjaði við, at forsetin legði fram grannskoðaða roknskapin fyri 2018-2019, og útgreinaði einstøku postarnar. Aðalfundurin góðkendi roknskapin.
Tað varð lagt fram fyri aðalfundinum, at taka støðu til, um skiftast skal til at nýta grannskoðaravirki. Nevdin legði fram innheintað tilboð frá góðkendum grannskoðaravirkjum.
- Nevndin tilmældi Numo.
- Atkvøðugreiðsla var um TSF skuldi fáa løggild virki at bóka- og grannskoða, ella halda fram við verandi skipan. Tepur meiriluti var fyri uppskotinum, at fáa grannskoðað virki at fremja bókingar og grannskoðan av roknskapinum.
Aðalfundurin samtykti eisini, at roknskaparárið skuldi fylgja kalendaraárinum. Tvs. at næsta roknskaparár Talvsambandsins verður frá 1. januar 2021.
Aðalfundurin bar serstøka tøkk til Sigurð Justinussen og Jákup Mørk, fyri teirra arbeiði undanfarnu árini.
Tiltakslimir
Hesir tiltakslimir vórðu valdir fyri 1 ár (inntil næsta aðalfund):
- tiltakslimur: Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, Kollafjarðar Talvfelag
- tiltakslimur: Gunnleif Rasmussen, Runavíkar Talvfelag
Ymiskt
Tosað varð um Íslandsdystin, ið íslendarar áttu at fyriskipa í 2019, men sum ikki gjørdist til veruleika. Tað er ivasamt, hvørs tað eru føroyingar ella íslendarar, sum eiga at fyriskipa komandi dyst. TSF fer at tosa við íslendarar hesum viðvíkjandi, um hvat hugsanir teirra eru. Nógvir føroyskir telvarar hava góð minnir frá hesum landsdystum.
Við talvkvøðu,
Talvsamband Føroya