Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkappingar fyri børn á netinum

Talvkappingar fyri børn á netinum

Síðstu tíðina hava nakrar barnakappingar verið telvaðar á netinum. Nú verður hetta skipað undir TSF. Telvað verður á heimasíðuni chess.com.

Fyri at luttaka í kappingunum, so skal mann gera ein brúkara á chess.com. Tað er ikki neyðugt at gjalda fyri brúkaran. Kappingarnar verða skipaðar í bólkinum á chess.com, sum eitur “Talvkappingar fyri børn”. Bólkurin er at finna við at trýsta her: Talvkappingar fyri børn

Bólkurin er fyri børn, sum eru fødd í 2006 ella seinni. Fyri at sleppa í bólkin, so skal mann síggja, hvør eigur brúkaran. T.v.s. at navn skal verða upplýst á brúkaranum. 

Tilmelding til kappingarnar letur upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja. Um mann er í bólkinum, so sær mann kappingarnar, við at halda á “spil”, trýsta á “live skak” og síðani trýsta á “turneringer”. 

Fyrsta kapping verður í morgin (týsdagin) kl. 18.30. Telvað verða 7 umfør. Tíðin er 5 min. í part. Hvørja ferð mann flytur, fær mann 3 sek. eyka á klokkuna. Met verður, at kappingin tekur uml. ein og ein hálvan tíma. Kappingin er at finna her: Týsdagur 31/03

Um spurningar eru, eru tit vælkomin at venda tykkum til kappingarleiðaran á telefon 271404, ella við mail til kappingarleidarin@faroechess.com

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …