Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Endaumfarið verður 23. mai

Endaumfarið verður 23. mai

Eftir at tilmælið um frástøðu bleiv broytt frá tveimum metrum niður í ein metur, verður nú mett ráðiligt, at síðsta umfar í liðkappingini kann verða telvað. Umfarið verður telvað 23. mai kl. 14:00.

Endaumfarið í ár verður ikki eins og vanligt, tá øll plaga at telva á sama staði. Dystirnir verða avgreiddir hjá tí felag, sum stendur til at telva heima. Tað verður tilmælt at skipa soleiðis fyri, at bara ein dystur verður telvaður á sama staði í senn. 

Serligu umstøðurnar gera, at feløgini hava møguleika at flyta dystirnar. Fyri at flyta ein dyst, so skulu liðini blíva samd um, nær dysturin skal flytast til, og kappingarleiðarin skal fáa boðini í seinasta lagi mikudagin 20. mai 2020. Seinasta freist at telva umfarið er sunnudagin 24. mai 2020.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. 

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.