Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 47)

Seinastu Tíðindini

Føroyar vunnu

Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½-1½ á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi suðuri á Malta.
 
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska tryggjaði sigurin við sigri á 1. borði móti stórmeistarnum Amir Bagheri. Á hinum trimum borðunum endaði javnt. 

Les meira »

Finaludystur hjá Føroyum

Avgerandi dysturin í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta verður seinnapartin millum Føroyar og Monako.
 
Hesi liðini hava sum tey einastu vunnið allar fimm dystirnar í kappingini. 
 
Fyrrapartin vunnu Føroyar 3½-½ á Malta í fimta umfari. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol vunnu, og Helgi Dam Ziska telvaði remis á 1. borði.

Les meira »

Føroyar á odda

Føroyska talvlandsliðið hevur nú lagt seg á odda í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta. 
 
Monako er tó beint í hølunum á Føroyum. Monako hevur eisini vunnið allar sínar dystir og hevur 13 borðstig eins og Føroyar. Føroyska leiðslan er tí sera tepur og grundað á ytstu fínteljingina.

Les meira »

Vunnu 3-1 á Liktinstein

Føroyska talvlandsliðið vann eisini dystin í triðja umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin. Dysturin móti Liktinstein endaði 3-1 til Føroyar.
 
Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu á fyrstu trimum borðunum. Jón í Horni Nielsen tapti á fjórða borði í sínum fyrsta landsdysti. John Rødgaard hevði frí.

Les meira »

Knústu Luksemburg

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir á fremstu borðunum móti Luksemburg fyrrapartin. Seinnapartin verður telvað móti Liktinstein.
 
 
Føroyska talvlandsliðið gjørdi ein ordans vørr í smálandakappingini á Malta fyrrapartin. Føroyar vunnnu heili 4-0 á liðnum, sum er styrkismett nummar trý í kappingini. Luksemburg hevur tvær ferðir vunnið smálandakappingina. 
 
Allir á føroyska liðnum – Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol – vunnu.  15 ára gamli Luitjen var tann fyrsti, sum vann. Hann var tann einasti av føroysku telvarunum, sum hevði lægri styrkital enn mótstøðumaðurin.
 
Við hesum einastandandi úrsliti – og tepra sigrinum í gjár á Andorra, sum er styrkismett nummar tvey í kappingini – hava Føroyar fingið eina flúgvandi byrjan suðuri á Malta.
 
 
Round 2 on 2021/11/29 at 09:00
Bo. 10
 
  Faroe Islands
Rtg 6
 
  Luxembourg
Rtg 4 : 0
1.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2541 WGM
 
Berend, Elvira
2328 1 – 0
1.2 FM
 
Nielsen, Høgni Egilstoft
2386 IM
 
Berend, Fred
2325 1 – 0
1.3 IM
 
Rødgaard, John
2317 FM
 
Wagener, Claude
2217 1 – 0
1.4  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2111  
 
Mertens, Marc
2128 1 – 0
 
Hini úrslitini í 2. umfari:
 
Andorra – Likttinstein 3 – 1
Kýprós – Malta 2½ – 1½
Jersey – Guernsey 1 – 3
Monaco – Kvinnuúrvalsliðið 4 – 0
 
Nú seinnapartin telva Føroyar móti Liktinstein.

Føroyar vunnu

Klárt at byrja. Tómi talvsalurin fyri fyrstu dystirnar suðuri á Malta.
 
Føroyska talvlandsliðið vann toppdystin móti Andorra í fyrsta umfari í kappingini millum smátjóðir í Evropa. 
 
Dysturin millum liðini, sum eru styrkismett sum tey bæði stinnastu, og hava vunnið kappingina báðar seinastu ferðirnar, endaði 2½-1½ til okkara. Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri á øðrum borði. Á hinum trimum borðunum endaði remis.

Les meira »

Oddabrak í dag

Føroyar og Andorra bresta saman í fyrsta umfari í smálandakappingini í talvi á Malta seinnapartin.
 
Lutakastið lagaði tað so, at favorittliðini taka sínamillum dystin longu í fyrsta umfari. Andorra vann kappingina seinast, og Føroyar vunnu næstseinast. 

Les meira »

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið

Úttøkukapping til Norðurlandameistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 27. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Giljanesi.

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik. (Tillagingar kunnu verða gjørdar)

Kappast verður í trimum aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Les meira »