Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: TT BarnaOpen 12.02 á Toftum

Innbjóðing: TT BarnaOpen 12.02 á Toftum

Komandi sunnudag, tann 12. februar, verður barnatalvkapping í hølum Tofta Talvfelags, á Toftavegi 20. Talan er um opna kapping, har ið 7 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik. Kappingin byrjar kl. 14:00. Aldursmarkið fyri luttøku er 17 ár (skúlaaldur).

Tó kappingin er opin verða vinnarir funnir í tveimum ymiskum aldursbólkum: Børn í 4. fl. og yngri, og í 5. fl. og eldri. Nummar 1, 2 og 3 í hesum bólkum fáa handaðir medaljur.

Til ber at melda til kappingina við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com, og viðmerkja navn og føðingardag luttakarans. Freistin at tekna seg er hósdagin 9. februar.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.