Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM 2023: Luitjen vann bronsu

NM 2023: Luitjen vann bronsu

Sunnukvøldið endaði kappingin um NM meistaraheitið 2023 fyri skúlaungdóm.

Besta úrslitið hjá okkara telvarum fekk Luitjen A. Apol, ið vann bronsu í næstelsta bólkinum.

Tað var um reppið, at Luitjen fekk 1. ella 2. pláss, saman við einum øðrum vann bólkin, tí í tí seinasta talvinum telvaði Luitjen móti Shazil Shehzad (2225) úr Norra, ið lá fremstur. Talvið kundi koppað báðar vegir, men tíverri tapti Luitjen talvið. Hetta var einasta talvið, Luitjen tapti.

Í bólki A fekk Jón í Horni Nielsen eina góða byrjan, við 2,5 av 3 stigum, men í seinastu umførunum spurdist onki burturúr.

Hinir føroysku telvarirnir komu ikki rættiliga í kappingina um heiðursmerkini og endaðu aftari í stigatalvuni. Hetta er ein sera sterk kapping, har teir bestu telvarirnir úr Norðurlondum kappast, og tá fáa okkara telvarar seg veruliga royndar. Hjá onkrum av telvarunum var hetta fyrstu ferð, teir luttóku, ímeðan hinir hava verið við nakrar ferðir áður.

Føroysku luttakarirnir vóru hesir:

A-bólkurin: Flóvin M. Tummasar og Jón Nielsen
B-bólkurin: Luitjen A. Apol og Elias Petersen
C-bólkurin: Rókur Davidsen og Brestir Samuelsen
D-bólkurin: Emil J. Jacobsen og Oskar J. Jacobsen
E-bólkurin: Djóni Jørgensen og Baldur Jakobsen
 
 
Her eru nakrar myndir frá seinastu umførunum vm.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.