Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aðalfundur verður 15. mars 2023

Aðalfundur verður 15. mars 2023

 

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudagin tann 15. mars 2023 kl. 18:00 í Kolshøll á Eiði.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. 01. mars 2023.

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

Uppskot kunnu sendast umvegis teldupost á ingi@faroechess.com 

 

Framløga um menningarætlan

Umframt skránna sambært lógunum (niðanfyri) verður ein stutt framløga at hoyra um eina 3 Ára Ætlan, sum nevndin í Talvsambandi Føroya hevur arbeitt við seinasta árið. Í hesum sambandi verður lagt upp til prát og kjak um telving í Føroyum í framtíðini, avbjóðingar og møguleikar. Nevndin í TSF vónar, at við hesum verður ein støðug menningartilgongd kveikt í 2023 til frama fyri føroyska telving, telvarar og talv áhugaði.

Bjóðað verður kaffi, te og ábit.

 

Skrá sambært lógunum:

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt

 

Í nevndini sita:

Ingi Wiberg, formaður (stendur fyri vali)

Katrin Didriksen Apol, varaforkvinna

Herborg Hansen, skrivari (stendur fyri vali)

Tummas Joensen, kassameistari

Brandur Ellingsgaard, nevndarlimur

 

 

Møtið fjølment !
Nevndin

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …