Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: VT-snar 25.02

Innbjóðing: VT-snar 25.02

8’inda og triðsíðsta GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í miðnámsskúlanum í Vestmanna leygardagin 25.02. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

 

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar kl. 13.00*. 9 snartalv verða telvaði.

*Dagføring: Kappingin byrjar kl. 15:00

Tíð:

Snartalv: 3 min. + 2 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1000 kr.
  2. 600 kr.
  3. 400 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

 

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com, í seinasta lagi fríggjakvøldið 24.02 kl. 20.00

Tilmeldingar higartil síggjar her: Tilmeldaði

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.