Í øðrum talvinum í fyrsta umfari í stóru World Cup kappingini í Georgia í dag var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska við undirlutan móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov. Fyrra talvið teirra millum í gjár endaði javnt. Radjabov vinnur tí 1½-½ á føroyska mótstøðumanninum, og heldur fram í kappingini. Helgi er útsligin.
Tað stóð á jøvnum, tá 20 leikir vórðu spældir í dag. Í 21. leiki var Helgi óneyvur, og eftir tað var eingin náði. Radjabov fekk við einari snildari fintu avgerandi álop, og Helgi legði kongin, tá 32 leikir vóru fluttir. Les meira »