Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barnakapping í Kollafirði 8. mars

Barnakapping í Kollafirði 8. mars

Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina. 

Kappingin verður telvað í skúlanum í Kollafirði 8. mars. Byrjað verður kl. 14.00.

Telvað verður í hesum aldursbólkum:

1. flokkur og yngri (f. 2012 ella seinni)

2.-3. flokkur (f. 2010-2011)

4.-5. flokkur (f. 2008-2009)

6.-10. flokkur (f. 2007-2003)

Aldursbólkarnir kunnu broytast, um tað passar betri til tilmeldingarnar.

Heiðursmerki verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Tilmelding í seinasta lagi hósdag 5. mars við telduposti: kappingarleidarin@faroechess.com ella við sms-boðum til tel. 271404. Upplýs navn, føðingardag og felag. Um barnið ikki er partur av einum felagi upplýs so bygd ella bý.

Talvsamband Føroya

www.faroechess.com

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.