Fyrsta barnakapping í ár hevur verið á Giljanesi í dag. Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Tí var gleðiligt at síggja, at hetta var fyrsta kapping hjá fleiri av teimum 42 børnunum, sum luttóku í kappingini.
Næsta barnakapping verður í Kollafjarðar skúla 8. mars.
Í dag bleiv telvað í 5 bólkum.
Bólkur 1: 1. flokkur og yngri
Bólkur 2: 2. flokkur
Bólkur 3: 3. flokkur
Bólkur 4: 4. og 5. flokkur
Bólkur 5: 6. flokkur og eldri
Bólkur 1: 1. flokkur og yngri
Tað er altíð stuttligt at síggja tey yngstu telva. Í dag var einki undantak. At børn byrja fyrr og fyrr at læra seg at flyta fólkið, er 5 ára gamli Samson Hermansen prógv um. Hóast hann var 2 ár yngri enn allir sínir mótstøðumenn, so kláraði hann at blíva nr. 3 við 5 stigum. Eiri Eldevig og Bjarni B. Enni endaðu javnir á 6 stigum, og fingu hvørt sítt gull heiðursmerkið.
Endaliga støðan í yngsta bólkinum
Bólkur 2: 2. flokkur
8 telvarar luttóku í bólkinum fyri 2. flokk. Á einum deildum 3. plássi endaðu Baldur Bartalsson og Oskar Jacobsen við 3½ stigum. Nr. 2 gjørdist Marnar Fríði S. Petersen við 6 stigum. Og vinnari gjørdist Sámal Isfeldt Nesá við fullum stigatali. 7 stig av 7 møguligum.
Endaliga støðan í 2. flokki
Bólkur 3: 3. flokkur
Bólkur 3 var størsti bólkur. 11 luttakarar luttóku, og telvaðu teir tí ikki allir móti øllum. 6 umfør blivu telvaði. Tá avtornaði endaðu eisini 2. telvarar javnir á 3. plássi í hesum bólkinum. Bæði Rani R. Olsen og Óðin Eldevig fingu 4 stig. Mattias Mc Intosh fekk 5 stig og endaði á 2. plássi. Meðan Ari Schiller Jóannisson vann bólkin við fullum stigatali. 6 av 6.
Úrslitini í bólkinum kunnu síggjast her: http://chess-results.com/tnr519614.aspx?lan=7&art=1
Bólkur 4: 4. og 5. flokkur
7 telvarar luttóku í hesum bólkinum. Allir úr 4. flokki. Petur G. Magnussen og Brestir Samuelsen, sum báðir umboðaðu Føroyar í NM síðsta vikuskiftið, endaðu ávíkavist nr. 2 og 3. Brestir fekk 4½ stig, meðan Petur fekk 5 stig. Silas Mouritsen vann bólkin við 5½ stigi.
Endaliga støðan í 4. og 5. flokki
Bólkur 5: 6. flokkur og eldri
Av teimum 8 telvarunum í bólkinum vóru Elias Petersen og Markus Jacobsen favorittar at vinna bólkin. Teir høvdu eisini vunnið øll talvini, áðrenn seinasta umfar, uttan innanhýsist talvið, sum Elias vann. Í síðsta umfari vann Markus sítt talv, meðan Elias tapti móti Leivi Fonn, sum endaði á 3. plássi við 4 stigum. Elias og Markus endaðu tí javnir við 6 stigum. Elias vann umdystin og endaði tí nr. 1.
Endaliga støðan í 6. flokki og eldri