Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Hvør tekur leiðsluna?

Hvør tekur leiðsluna?

Nú verður farið undir endaspurtin í landskappingini í talvi millum feløg. 
Fyri dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í morgin sunnudagin stendur á jøvnum í fremstu deildini millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag. Bæði liðini hava 24 stig. Klaksvíkar Talvfelag hevur á triðja plássi 18½ stig. 

Í áttanda umfari fyri viku síðani máttu vágamenn sættast við 2-2 móti klaksvíkingum. Tað bar í sær, at havnarmenn við 4-0 sigri á kollfirðingum løgdu seg upp á síðuna á føroyameistarunum. 
Í seinasta umfari, sum verður 21. mars, møtast oddaliðini í avgerandi dysti sínamillum. Men hvørjar fyritreytirnar fyri tann dystin, sum ivaleyst fer at fáa støðu sum FM-finala, fara at vera, fæst at síggja í morgin.
Vágamenn hava her helst ein lítlan fyrimun, tí uppgávan hjá havnarmonnum móti klaksvíkingum sær møtimeiri út enn dysturin hjá sandavágsmonnum móti vestmenningum. Men vestmenningar eru í sínum lagi í hørðum stríði við kollfirðingar um hvør av teimum skal varðveita sætið í deildini, og hevur tí alt at spæla fyri.
 Við øðrum orðum valdar stórum spenningur bæði í toppi og botni í 1. deild.

Støðan í 1. deild

Havnin 24 stig
Sandavágur 24
Klaksvík 18½
Havnin B 12
Vestmanna 9
Kollafjørður 8½

9. umfar:

Havnin-Klaksvík
Vestmanna-Sandavágur
Havnin B-Kollafjørður

Úrtøkan hjá oddaliðunum
Vit kunnu til stuttleikar seta upp úrtøkuna hjá teimum, sum hava mannað oddaliðini í landskappingini í vetur. Telvararnir eru nevndir í borðrøð:

Havnar Telvingarfelag

1 Helgi Dam Ziska 5½/6
2 Martin Poulsen 3½/4
3 Olaf Berg 3/4
4 Carl Eli Samuelsen 1/2
5 Sjúrður Thorsteinsson 3½/5
6 Luitjen Akselson Apol 5/7
7 Rógvi Mortensen 0/1
8 Leif Reinert Fjallheim 1½/2
9 Andrias Ziska 1/1

Sandavágs Talvfelag

1 Høgni Egilstoft Nielsen 5/8
2 Rógvi Egilstoft Nielsen 6½/8
3 Silas Eyðsteinsson 2½/5
4 Torkil Nielsen 7/8
5 Bernhard Augustinussen 2/2
6 Ingi Wiberg 1/1

Klaksvík fremst í hinum deildunum
Klaksvíkar Talvfelag hevur breiddina. 
Standa teir seg ikki av álvara í hørðu kappingini við havnarmenn og vágamenn um sjálvt FM-heitið, eiga klaksvíkingar felagið, sum hevur størstu breiddina. Tað man oddastøðan í bæði 2. deild og 3. deild geva ábendingar um.


Støðan í 2. deild

Klaksvík 22½ stig
Havnin 19
Kollafjørður 17½
Sandavágur 14
Runavík 13
Gøta 10

Dystirnir í 9. umfari:

Klaksvík-Kollafjørður
Havnin-Sandavágur
Runavík-Gøta

Toftamenn bjóða av
Tofta Talvfelag gevur klaksvíkingum ein skarpan gang í 3. deild í stríðnum um uppflyting í 2. deild. Bara eitt hálvt stig er á muni millum fremstu liðini í 3. deild.

Støðan í 3. deild
Klaksvík 24½
Toftir 24
Havnin 21
Kollafjørður 20½
Sandavágur B 19½
Rókur 15½
Sandavágur 15
Runavík 13½
Vestmanna 11
Kollafjørður B 11
Havnin B 4½

Dystirnir í morgin:
Klaksvík-Kollafjørður B
Havnin B-Toftir
Kollafjørður-Vestmanna
Rókur-Sandavágur B
Runavík-Sandavágur

Allir dystirnir í níggjunda umfari í morgin sunnudagin byrja klokkan 14.00. 
Landskappingin í talvi endar leygardagin 21. mars.

Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag við hvíta fólkinum móti Rógva Egilstoft úr Sandavágs Talvfelag í dysti millum oddaliðini 1. desember í fjør. Í løtuni stendur á jøvnum millum kappingarneytarnar.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …