Føroyski hópurin kemur heimaftur úr NM-kappingini í Danmark við 13,5 stigum av 60 møguligum. Í mun til undanfarin ár og ikki minst kappingina í fjør – sum gav 20,5 stig og eitt heiðursmerki úr silvuri – er talan um óvanliga soltna úrtøku.
Sum vera man í slíkum undgómskappingum treyt ikki við møguleikum til okkara telvarar. Fleiri talv kundu og burdu koppað okkara veg, men gluppu av hendi í avgerandi løtunum. Hinvegin kom okkurt heppið stig eisini til høldar úr bláum himli. Samanumtikið mugu vit tí bara ásanna, at úrtøkan samsvarar nøkunlunda við gongdina í talvunum.
Føroysku telvararnir vóru styrkismettir í niðaru hálvu í øllum fimm aldursbólkunum. Tí kemur ikki óvart á, at heiðursmerki ikki spurdust burturúr í ár. Kortini plaga vit ofta at vísa styrkitølunum aftur og sum hópur at vinna fleiri ratingstig, enn vit missa. Hesaferð var tíverri øvugt.
Bestu føroysku úrsltini komu í C-bólkinum, har Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen enn einaferð vístu, at teir kunnu standa seg ímóti norðurlendsku javnaldrunum. Bronsuplássið var í eygsjón onkrar løtur á síðsta leikdegi, men tá samanum endaðu Luitjen og Jón á einum tvídeildum 4. plássi við 3,5 stigum av 6 møguligum. Teir vórðu harumframt heiðraðir fyri hvør sítt vakurleikatalv í kappingini. Sum nakað nýtt var hesin heiðurin latin eftir hvørt umfar til eitt talv í hvørjum bólki.
Samanumtikið er úrtøkan hesaferð tann lakasta í nógv ár. Samanbera vit okkum við hini norðurlondini, sum øll fingu yvir 30 stig í kappingini, er greitt, at Føroyar í løtuni eru eftirbátur við fleiri bátslongdum. Vit mugu taka annað skinn um bak, skulu vit standa okkum, tá ið NM kappingin verður í Føroyum um eitt ár.