Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung

Talvkapping fyri børn og ung

Næstu tíðina verður skipað fyri talvkappingum fyri børn í skúlaaldri og yngri. Kappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, ið nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava telvað so nógv við í kappingum. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina.

Fyrsta kapping verður í Sandavági leygardagin 22.02.2020 kl. 11.00. Telvað verður í Skúlanum á Giljanesi.

Telvað verður í hesum aldursbólkum:

1. flokkur og yngri (f. 2012 ella seinni)

2.-3. flokkur (f. 2010-2011)

4.-5. flokkur (f. 2008-2009)

6.-10. flokkur (f. 2007-2003)

Aldursbólkarnir kunnu broytast, um tað passar betri til tilmeldingarnar.

Heiðursmerki verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Tilmelding í seinasta lagi hósdag 20.02.2020 við telduposti: kappingarleidarin@faroechess.com ella við sms-boðum til tel. 271404. Upplýs navn og føðingardag.

Talvsamband Føroya

www.faroechess.com

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.