Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM: Lakur fyrsti dagur
Hópurin

NM: Lakur fyrsti dagur

Okkara ungu telvarir hava í dag telvað tvey tey fyrstu umførini, av seks, í kappingini fyri norðurlendskan skúlaungdóm.

Í fyrsta umfari møttu allir okkara telvarir telvarum við hægri ratingtali, enn teir sjálvir hava. Tískil var greitt, at tað fór at ikki at vera lætt hjá nøkrum, og tí vísti eisini at enda soleiðis, tí at allir okkara taptu síni talv.

Í øðrum umfari gekk betri hjá nøkrum teirra.
Janus vann á finnanum Jaako Takala, Leif vann ta føroysku innanhýsisuppgerðina móti Flóvini, Luitjen vann á íslendaranum Benedikt Thorisson og Jón telvaði javnt móti dananum Oscar Veiergang.

Úrlistini í dag vóru hesi:

Bólkur A
Henri Lahdelma (2253) – Janus Skaale (1799) 1-0
Janus Skaale (1799) – Jaakko Takala (1710) 1-0

Bjarke Hautop Kristensen (2218) – Rógvi Mørkøre (1589) 1-0
Rógvi Mørkøre (1589) – CM Bardur Orn Birkisson (2186) 0-1

Bólkur B
Leif Reinert Fjallheim (1996) – FM Noam Aviv Vitenberg (2255) 0-1
Adesh Easwaralingam (2071) – Flovin M. Tummasarson (1626) 1-0

Flovin M. Tummasarson (1626) – Leif Reinert Fjallheim (1996) 0-1

Bólkur C
Luitjen Akselsson Apol (2039) – FM Elham Abdrlauf (2356) 0-1
Benedikt Thorisson (1598) – Luitjen Akselsson Apol (2039) 0-1

Elias Keso (2200) – Jon I Horni Nielsen (1765) 1-0
Jon I Horni Nielsen (1765) – Oscar Veiergang (1264) 0,5-0,5

Bólkur D
Elias Petersen (1151) – Gunnar Erik Gudmundsson (1770) 0-1
Aleksandr Hakkinen (1572) – Elias Petersen (1151) 1-0

Amelia Nordquelle (1768) – Rokur Davidsen (1124) 1-0
Rokur Davidsen (1124) – Ingvar Wu Skarphedinsson (1484) 0-1

Bólkur E
Niklas Jaakkola (1678) – Brestir Samuelsen (1191) 1-0
Brestir Samuelsen (1191) – Einar Dagur Brynjarsson (1121) 1-0

Sixten Tran (1377) – Petur Gardar Magnussen (1000) 1-0
Petur Gardar Magnussen (1000) – Gudrun Fanney Briem (1209) 0-1

3. og 4. umfar í morgin
Í morgin skuldi mótstøðan, alt annað líka, gjarna verið eitt sindur lættari enn í dag, men tó eru ongi løtt talv.
Í bólki C verður føroysk uppgerð millum Luitjen og Jón.

Í 3. umfari verður mótstøðan henda:

CM Leo Crevatin (2247) – Janus Skaale (1799)
FM Eivind Olav Risting (2289) – Rógvi Mørkøre (1589)

Leif Reinert Fjallheim (1996) – Sondre Melaa (2170)
Victor Muntean (2008) – Flovin M. Tummasarson (1626)

Luitjen Akselsson Apol (2039) – Jon I Horni Nielsen (1765)

Ingvar Wu Skarphedinsson (1484) – Elias Petersen (1151)
Noah Krug Wahlgreen (1765) – Rokur Davidsen (1124)

Tunav Chand Penki (1233) – Brestir Samuelsen (1191)
Einar Dagur Brynjarsson (1121) – Petur Gardar Magnussen (1000)

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …