2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2020 Helgi Dam Ziska, HT 2021 Helgi Dam Ziska, HT 2022 Helgi Dam Ziska, HT 2023 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2024 Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2025 Helgi Dam Ziska, HT
FM í kviktalvi samanlagt
4 – Helgi Dam Ziska, HT 3 – Høgni Egilstoft Nielsen, ST
Leygardagin 13. desember kl. 12:30 verður jólatalvkapping í hølum Havnar Telvingarfelags, Finsen í Havn. Talan er um eina festliga liðkapping við góðum jólastemningi. 2 telva á hvørjum liði – eitt barn og ein vaksin, t.d barn við foreldri, ommu ella abba. 5 umfør verða telvað við tíðini 10 min + 5 sek á klokkuni. Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa, og møguliga er ein stuttlig jólavitjan eisini á skránni.
Til ber at melda til luttøku við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com, og viðmerkja nøvn á luttakarunum. Freistin er fríggjadagin 12. desember kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Leygardagin 15. november varð skipað fyri FM í talvi fyri gentur í Finsen í Havn. 6 gentur luttóku í kappingini, og telvað vórðu 5 umfør. Føroyameistari skuldi finnast í aldursbólkunum U13 og U11, og nummar eitt og tvey í aldursbólkinum U13 fara at umboða Føroyar til Noðurlandameistaraskapið, sum verður í Noregi í vár.
Paringarnar til kappingarnar í vikuskiftinum eru nú klárar. Bólkarnir B og C byrja fríggjakvøldið, meðan bólkarnir A, D og E byrja leygarmorgunin. Les meira »
Vikuskiftið 5. – 7. desember verður skipað fyri FM hjá børnum og ungum í skúlanum í Kollafirði. Kappingin er samstundis úttøkukapping til norðurlandameistaraskapið, sum verður í februar 2026.
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska skaraði framúr og vann FM-kappingina í kviktalvi við fullum stigatali í dag.
Helgi vann tí báðar FM-kappingarnar í talvi hetta vikuskiftið – í gjár vann hann snarkappingina, og í dag kvikkappingina.
Í kviktalvi hevur tú tíggju minuttir til talvið umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik. Í snartalvi er uppaftur minni tíð at umráða seg í; tá hevur telvari einans tríggjar minuttir í hvørjum talvi.
Tofta Talvfelag hýsti árligu FM-kappingini í snar- og kviktalvi í hølum felagsins í gjár og í dag.
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var suverenur í FM-kappingini í kviktalvi í dag.
Helgi og Høgni
Í alt 32 telvarar vóru við í kvikkappingini í dag. Fleiri av okkara bestu telvarum taldust millum hesar gott og væl tretivu luttakararnar. Umframt allar fimm, sum mannaðu landsliðið, ið vann smálandakappingina á Kýprós fyri viku síðani, vóru aðrir topptelvarar við, teirra millum einir tríggir fyrrverandi føroyameistarar.
Talan var í veruleikanum um harðan tvídyst millum teir báðar fremstu føroysku telvararnar – Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft Nielsen. Teir vunnu alt sum fyri var, avgerðin fell tí í innanhýsis talvinum teirra millum í fjórða umfari. Her vann Helgi, og tað kom at vera avgerandi.
Luitjen Akselsson Apol, sum endaði í umdysti við Helga og Høgna í snarkappingini í gjár, hevði heldur miseydnaða kapping í dag, og endaði uttanfyri topp-10. Sama gjørdi Eyðun Nolsøe. Honum vantar helst neyðugu dystarvenjingina til at standa seg móti teimum yngru topptrimmaðu telvarunum, sum nú troka á. Afturímóti fekk eldri bróðirin, Rani, gott úrslit í dag.
Helgi Dam Ziska hevur annars ikki verið so einaráðandi í kviktalvi sum í snartalvi. Høgni Egilstoft Nielsen hevur vunnið kvikkappingina seinastu tvey árini í harðari kapping við Helga, men í dag vann Helgi, sum nú aftur kann rópa seg bæði snarmeistara og kvikmeistara.