Í vikuskiftinum verður Norðurlandameistaraskapið fyri gentur telvað í norksa býnum Vestby. Kappingin er skipað í tríggjar bólkar, U20, U16 ár og U13 ár. Føroyar hava 3 luttakarar við í yngsta bólkinum.
Tær tríggjar genturnar, sum umboða Føroyar eru:
Lisa Xin, Havnar Telvingarfelag
Natasja Mørkøre, Talvfelagið Rókur
Annika Lützen, Talvfelagið Rókur
Hetta er fjórðu ferð, at Lisa og Natasja luttaka í hesi kapping, meðan hetta er fyrstu ferð, at Annika roynir seg.
1. umfar
1. umfar verður telvað í kvøld. Byrjað verður kl. 17.30 føroyska tíð. Til samans verða 5. umfør telvaði. 1 í kvøld, 2 leygardagin og 2 sunnudagin.
Paringarnar til hesa umfar eru hesar:
Natasja Mørkøre (1487) – Iris Gemenetzis (1705)
Harpa Hrafney Karlsdottir (1585) – Annika Lützen
Likhithasri Sathiyaraj – Lisa J. Xin (1572)
Flygjast kann við øllum talvunum beinleiðis. Talvini finnast her: Talvini í 1. umfar
Talvsamband Føroya Faroechess