Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Søgulig steypakapping

Søgulig steypakapping

Suðuroyar Talvfelag, ið fyrr í ár vunnu uppflyting til 3.deild, tóku enn eitt megnartak fyri føroyska telving og fyriskipaðu steypakappingina í stórum stíli í SALT.

8 lið boðaðu frá luttøku og fóru suður at kappast. Kappingin var skipað við 6 telvarum á hvørjum liði og liðini telvaðu tveir dystir móti hvør øðrum.

Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag kappast vanliga um heiðursmerkini, og hesaferð var einki undantak. Hesi trý løgdu seg á odda og drógu frá hinum, og líkt var til, at innanhýsis dystir fóru at verða avgerandi. KTF var stinnast innanhýsis, ímeðan ST vann á HT.

Hesi trý feløgini endaðu á fremstu plássunum og Suðuroyar Talvfelag hevði eina góða kapping og endaði á 4. plássi.

Talvsamband Føroyar harmast um, at tvær skrásetingar villur hendu, og at hesar høvdu beinleiðis ávirkan á endaligu støðuna. Tá steypahandanin hevði verið, og úrslitið var lagt á alnótina; gjørdist greitt, at tvær villur førdu við sær, at KTF1 ikki hevði 65,5 stig, men 64 stig. Hetta merkir, at ST var vinnarin á degnum við 64,5 stigum. KTF1 nr. 2 við 64 stigum og HT1 nr. 3 við 56 stigum.

Sostatt vann ST1 kappingina fyri 6 ferð á rað og fyri 9 ferð tilsamans.

Á galladøgurðanum var ársins telvari valdur, og gjørdist hetta Høgni Egilstoft Nielsen (ST). Ársins stjørnuskot gjørdist Andrew M. Xin (HT).

Ársins eldsál var eisini heiðrað á degnum, og í ár var tað Mortan Mørkøre (Rókur).

Sí eisini

NM fyri gentur í Norra

Í vikuskiftinum bleiv NM fyri gentur telvað í norska býnum Vestby. Til samans 44 gentur …