Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Fín byrjar til NM fyri gentur

Fín byrjar til NM fyri gentur

Allar genturnar komu væl frá byrjar til NM fyri gentur í Norra. 1. umfar gav eitt stig, men leingi sá tað út til, at tað skuldi blíva til meira enn tað. 

Annika telvaði sítt fyrsta talv til NM. Tað sást als ikki á telvingini. Tíðliga í miðtalvinum lumpaði hon mótstøðugentuna, við at seta riddaran beint í deyða. Mótstøðugentan mátti taka riddaran, men misti annan rókin afturfyri. Tær komu út í eitt endatalv, har Annika hevði 2 rókar móti róki og bispi. Annika trýsti væl og fekk bundið bispin soleiðis, at mótstøðugentan als ikki kundi koma burturúr bindingini aftur. Annika skuldi líka fáa kongin yvir á d-linjun fyri at forða d-finnuni, so var talvið vunnið. Men á veg yvir, var hon óansin. Hon flutti kongin á ein svartan punt, soleiðis at mótstøðugentan fekk hoppað úr bindingini við bispinum og sagt skák. Hetta hevði við sær, at Annika misti rókin, sum hevði bundið bispin so væl niður. Eftir hetta var talvið ikki til at bjarga. Hóast stigið ikki kom til høldar, var telving væl og virðiliga góðkend.

Lisa, ið vann NM bólkin í fjør, fekk tíðliga í talvinum stóran fyrimun. Hon fekk fyrst ein mann, og løtu seinni hevði hon rók meira. Eftir hetta var eingin ivi. Lisa telvaði trygt og gav ongantíð mótstøðugentuni møguleika at koma inn aftur í talvið. Ein fín byrjan upp á kappingina. Kappingin er sera sterk. Sjálvt um Lisa vann kappingina í fjør, er hon styrkimett sum nr. 11 í bólkinum í ár.

Natasja telvaði eisini eitt gott talv í dag. Mótstøðugentan er styrkimett nr. 5 við ratingtalinum 1705. Hetta ávirkaði ikki Natasju stórvegis. Leingi leikaði javnt á. Mótstøðugentan fekk býtt soleiðis upp í miðtalvinum, at Natasja endaði við tveimum einsamøllum finnum á e-linjuni. Tær sóu veikar út, men tað var trupult at leypa á tær. Mótstøðugentan telvaði væl. Hon lokkaði Natasju at býta frýrnar upp. Hetta hevði við sær, at mótstøðugentan fekk ein aktivan rók, meðan Natasja mátti í verjustøðu. Eftir hetta var tað sera trupult at verja støðuna. Til endans bleiv trýstið ov stórt. Fyrst fór ein finna, síðani ein afturat og til endast alt stigið.

Samanumtikið eitt gott umfar. Lisa vann lættliga, meðan bæði Natasja og Annika telvaðu væl, og kundu eisini væl fingið stig burturúr støðunum.  

Í morgin verða tvey umfør telvaði. 2. umfar byrjar kl. 9.00 og 3. umfar byrjar kl. 14.30. Fylgjast kann við her: 2. umfar

Sí eisini

NM fyri gentur telvað í Norra

 Í vikuskiftinum verður Norðurlandameistaraskapið fyri gentur telvað í norksa býnum Vestby. Kappingin er skipað í tríggjar bólkar, U20, U16 ár og U13 ár. Føroyar hava 3 luttakarar við í yngsta bólkinum.