Í summar verður skipað fyri talvkappingum á netinum. Kappingarnar eru ætlaðar øllum talváhugaðum, bæði teimum, ið akkurát eru byrjaði at telva, og teimum við fleiri royndum. Kappingarnar verða fyriskipaðar á heimasíðuni chess.com.
Fyri at luttaka í kappingunum, krevst at hava ein brúkara á chess.com. Tað er ókeypis at stovna sær brúkara. Kappingarnar verða fyriskipaðar í bólkinum hjá Talvsambandi Føroya. Øll, ið vilja luttaka í kappingunum, skulu biðja um at sleppa í bólkin. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya
Telvað verður hvørt mikukvøld kl. 20.00. Fyrsta kapping verður mikukvøldið 8. juli kl. 20.00. Telvað verður 9 umfør við tíðini 3 min. + 2 sek. fyri hvønn leik. Fyrsta kapping er at finna her: Summarkapping 1 (3 min. + 2 sek.) Chess.com gevur møguleika at melda seg til kappingina ein tíma áðrenn kappingin byrjar.
Talvsamband Føroya Faroechess