Í vikuskiftinum bleiv NM fyri gentur telvað í norska býnum Vestby. Til samans 44 gentur luttóku í kappingini, har av tríggjar umboðaðu Føroyar.
Norðurlandameistaraskapið fyri gentur er skipað í tríggjar bólkar. Gentur undir 20 ár, undir 16 ár og undir 13 ár. Øll føroysku umboðini luttóku í bólkinum fyri gentur undir 13 ár. Lisa Xin og Natasja Mørkøre luttóku í hesum bólki fyri 4. ferð, meðan Annika Lützen luttók fyri fyrstu ferð.
Hóast Føroyar enn ikki hevur nakra gentu við í eldru bólkunum, so er vón fyri framman. Næsta ár rykkir Annika upp í bólkin undir 16 ár, meðan Lisa og Natasja enn hava eitt ár eftir í yngsta bólkinum. Vónandi leggjast nakrar gentur afturat til komandi ár, soleiðis at hópurin veksur.
5 talv skuldu telvast gjøgnum vikuskiftið. 1 talv fríggjakvøld, 2 talv leygardag og 2 talv sunnudag. Spenningurin er altíð stórur til 1. umfar. Tað er spennandi at síggja umstøðurnar, mótstøðugenturnar og at sleppa í gongd við at telva. Á borðinum er 1. umfar ikki altíð so spennandi. Paringarnar verða gjørdar eins og vit kenna tað í Føroyum. Tann við hægst styrkitali møtir tí beint undir miðjuni.
Lisa gjørdi sína skyldu í 1. umfari og vann sítt talv sannførandi. Men bæði Natasja og Annika fingu spenning í teirra talv, sjálvt um tær á pappírinum møttu munandi sterkari mótstøðugentum.
Natasja telvaði móti finsku Iris Gemenetzis (1705), sum vann kappingina. Tað leikaði leingi javnt á, men í skiftinum frá miðtalvi til endatalv var finska gentan snildari. Hon fekk eina aktiva støðu, meðan Natasja mátti í verjustøðu. Trýstið bleiv ov stórt og til endans mátti Natasja leggja kong. Men hóast alt fekk komandi vinnarin av kappingini stóra mótstøðu frá Natasju.
Hetta var fyrsta talvið hjá Anniku uttanfyri landoddarnar. Hetta sá ikki út til at ávirka hana stórvegis. Ella í øllum førum ikki fyrstu nógvu leikirnar.
20. leik flytur íslendska mótstøðugentan c4. Annika finnur skjótt besta leikin.

20…Ric3! Bæði frúgvin og rókurin eru í deyða, og má hvítur tí geva rókin fyri riddaran. Næstu 20 leikirnar telvaði Annika væl. Tær komu út í eitt endatalv, sum Annika burdi vunnið. Møguliga manglandi royndirnar spældu inn nú, tí Annika var óansin og lovaði mótstøðugentuni at fáa annan rókin fyri einki. Spell, men avgjørt ein góð byrjar hjá Anniku.
Leygardagurin
Til tílíkar vikuskiftiskappingarar er ikki tíð til annað enn at telva, eta og sova. Telvararnir vóru heima á hotellinum kl. 22.00 fríggjakvøldið og longu klokkan 10.00 morgunin eftir byrjaði 2. umfar.
Undirritaði var við sum venjari, og skuldi royna at fyrireika genturnar til komandi talv. Trupult var at gera tað stóra við sjálva talvfyrireikingina, tí tað liggja so lítið av talvum úti á netinum hjá so ungum telvarum. Tí bleiv kanska meira dentur lagdur á tann sálarliga partin.
Leygarmorgunin hevði mótstøðugentan hjá Lisu næstan 200 ratingstig meira enn hon. Men tað sást als ikki á talvborðinum. Lisa hevur minst nokk so nógv í rating seinasta hálva árið, tí er ratingtalið hjá henni á 1572 ov lágt. Hon er væl sterkari enn tað. Lisa fekk tíðliga eina finnu, sum hon kláraði at halda heilt út í endatalvið. Tær komu í støðuna niðanfyri.

Sjálvt um Lisa burdi vunnið við finnu meira, so er tað ikki so lætt at finna ætlanina, men Lisa fann hana. Talvið endaði soleiðis. 37.f3!, gxf3 38. h4, Ke5 39.Kd2, f4 40.h5, f2 41.exe4, Kxf4 42.Ke2. Mótstøðugentan gavst her.
Annika kom heldur illa frá byrjan í 2. umfari. Mótstøðugentan fekk tíðliga tvær finnur og býtisfyrimun. Hóast hetta hevði Annika onkrar møguleikar í miðtalvinum, men tá avtornaði, hevði hon mist ov nógv fólk og tapti talvið.
Fyri Natasju var hetta eitt serligt umfar. Hon vann trygt móti íslensku gentuni Emilia Klara Tomasdóttir. Hetta var fyrsta talv, sum Natasja hevur vunnið til NM fyri gentur.
Seinnapartin bleiv 3. umfar telvað. Eftir at Lisa hevði vunnið bæði tey fyrstu, skuldi hon nú telvað á einum av toppborðunum. Talvið í 3. umfari var spennandi. Hon fekk 2 finnur, men støðan var sera torfør at telva. Talvið endaði javnt.
Natasja skuldi møta Qianru Zhong (1755) úr Svøríki, sum Lisa vann í 2. umfari. Hóast Natasja royndi at stríðast, so gjørdist svenska gentan ein ov stórur biti.
Annika telvaði seg aftur fram til eina góða støðu. Eftir 21. leikir var støðan hendan:

Her hevði Annika møguleika at fingið í minsta lagi býtisfyrimun. Hon skuldi spælt 22. g5!, Rig8 23.g6. Mótstøðugentan kann nú ikki dekka Be6.
Mótstøðugentan fekk seinni í talvinum álop á frúgvasíðuni, sum hevði við sær, at tað ikki var møguligt at halda saman upp á støðuna.
Sunnudagurin
Sunnudagin skuldu bæði tey síðstu umførini telvast.
Skuldi Lisa geva sær vónir um at endurvinna NM fyri gentur, so skuldi hon vinna bæði talvini. Tað sá eisini leingi gott út hjá Lisu. Hon trýsti mótstøðugentuna væl. Tað einu løtuna gav teldan Lisu ein fyrimun á meira enn +4, men hon fann tíverri ikki røttu leikirnar í avgerandi løtunum. Tað endaði við einum riddaraendatalvi, sum Lisa nokk burdi havt tapt, men kláraði at stríðast seg til ein javnleik.
Natasja misti finnu tíðliga í talvinum, men misti ikki móti. Hon fekk finnuna aftur og endaði í einum endatalvi við frúgv og 2 rókum í part. Mótstøðugentan stóð eitt sindur betur, men dugdi ikki at finna eina ætlan og tók av remis tilboðinum frá Natasju.
Í 4. umfari kom Annika á talvuna. Hon telvaði væl betur enn mótstøðugentan. Fyrst mátti mótstøðugentan góðtaka at fáa einsamallar tvífinnur á e-linjuni. Løtu seinni fekk Annika lumpað h-finnuna frá mótstøðugentuni. Annika stóð nú klárt til at vinna, men royndirnar, og tað at hon einki stig hevði fingið, gjørdu nokk sítt til, at hon var gávumild og bjóðaði mótstøðugentuni eitt hálvt stig. Tað bleiv tikið av beinanvegin.
Í 5. umfari vann Natasja aftur eitt talv. Hesaferð móti norskari gentu við 1645 í ELO. Norska gentan stóð leingi betur, men Natasja vardi væl. Tá Natasja so til endans fekk møguleika at leypa á kongin hjá mótstøðugentuni, tók hon av beinanvegin. Eftir 48 leikir høvdu tær støðuna niðanfyri á borðinum.

Mótstøðugentan flytur 49.Ke2? Betur hevði verið 49.Kd1 og síðani Kc2. Natasja straffar feilin væl. 49…Fh5+ 50.Ke1, Fh1+ 51.Ke2, Fxb1. Mótstøðugentan stríðist nakrar leikir afturat, men Natasja telvaði trygt og vann talvið.
Annika telvaði seg aftur til eina vinnandi støðu, men var aftur kanska eitt sindur ov gávumild og bjóðaði mótstøðu gentuni eitt hálvt stig.
Lisa skuldi vinna, um hon skuldi geva sær vónir um heiðursmerki. Hon fekk eisini eina fína støðu í miðtalvinum, men legði møguliga ov nógv fyri. Burturúr næstan ongum fekk mótstøðugentan eitt álop í lag móti konginum hjá Lisu. Støðan var ikki til at bjarga og Lisa tapti talvið.
Samanumtikið
Tílíkar kappingar geva heilt sikkurt nakað serligt. At sleppa at telva í einum rúmi, har næstan 50 aðrar gentur telva, er serligt í sjálvum sær. Vinabond verða knýtt og hugurin til talv verður størri.
Lisa endaði á einum 7. plássi við 3 stigum. Ein sigur í seinasta umfari hevði verið nokk til eitt 3. pláss. Hóast Lisa ikki endaði í toppinum, vísti hon enn eina ferð, at hon er millum bestu gentur í sínum aldri í Norðurlondum. Vónandi klárar hon at vinna NM gulli aftur komandi ár.
Natasja endaði á einum 13. plássi við 2,5 stigum. Hetta er avgjørt besta kapping hjá Natasju til NM. Hon vísti veruliga, at hon væl kann kappast við bestu genturnar í Norðurlondum. Við hørðum arbeiði, kann hon væl kappast í toppinum næsta ár.
Annika fekk eitt stig í fyrstu royndini til NM. Hetta er flott í sjálvum sær. Men Annika kundi væl havt vunnið trý talv. Bæði í 1. umfari, 4. umfari og 5. umfari hevði hon vinnandi støður. Hetta eigur at geva vón og sjálvsálit til meira til næstu ferð.
Vónandi halda hesar genturnar á at telva. Ongantíð hevur Føroyar havt so nógvar góður gentur í senn. Úrslitini hjá hesum gentunum hava vónandi eisini við sær, at fleiri gentur leggjast afturat komandi árini.
Talvsamband Føroya Faroechess