Heim / Tíðindi (síða 10)

Tíðindi

Móti Litava

Mótstøðan verður aftur hørð í dag í EM-stevnuni fyri landslið í talvi í Georgia.

Føroyar møta í øðrum umfari Litava. Baltiska liðið, sum er styrkismett nummar 26, hevur á fremstu trimum borðunum stórmeistarar við einum miðalstyrkitali, ið liggur um 2550.

Litava var í gjár fyri teprum 1½-2½ ósigri móti sterka armenska liðnum, sum er styrkismett nummar seks. Armenia hevur fyrr vunnið talvolympisku leikirnar.

Føroyar taptu 3½-½ fyri Kroatia.

Dystirnir í øðrum umfari í dag byrja á middegi. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum.

Føroysku telvararnir sita við somu litum sum í gjár. Brøðurnir Høgni og Rógvi hava hvíta fólkið, og Luitjen og Martin svarta fólkið. 

Manningarnar eru hesar:

Føroyar – Litava

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 – GM Valery Kazakouski 2581

Luitjen A. Apol 2318 – GM Titas Stremavicius 2531

Rógvi Egilstoft 2304 – GM Paulius Pultinevicius 2532

Martin Poulsen 2276 – Gustas Morkunas 2324

Rógvi um Kroatia-dystin

Rógvi Egilstoft hevur sent hesa frásøgn um dystin í fyrsta umfari í gjár:

Móti Kroatia var ongantíð veruligur spenningur í dystinum. 

Høgni fekk heldur verri støðu, kortini var ikki so lætt hjá mótstøðumanninum at telva. Høgni misti ella læt honum fyrst eina finnu og so eina afturat, men fekk afturfyri eitt ávíst trýst á svarta kongin. Avgerandi løtuna fann Høgni ikki røttu álopsleikirnar, og tá hann so misti mann var talvið liðugt.

Lutijen kom í eitt miðspæl, har hann kendi seg noyddan at flyta finnuna fram á g6, bæði fyri at steðga hvíttrandaða bispinum hjá mótstøðumanninum og soleiðis verja fyri, at riddarin ikki slapp fram á f5. Men hetta hevði so við sær, at svørtu puntarnir kongsmegin ongan góðan áttu. Mótstøðumaðurin trýsti væl, bæði á borðinum og á klokkuni. Luitjen vardi seg eftir førimuni, og hevði onkran møguleika at koma innaftur í talvið, tí álopið hjá mótstøðumanninum var ov sterkt.

Eg sjálvur kom heldur illa frá byrjan, og føldi meg noyddan at geva rók fyri riddara og finnu. Helt sjálvur við talvborðið, at eg hevði møguleikar at pressa mótstøðumannin á kongsssíðuni, men hann var snildari. Kroatiski stórmeistarin kláraði at fáa frúgvarnar av borðinum, og sostatt greiðan fyrimun. Eg kundi tvær ferðir komið afturíaftur, men tíðin pressaði meg somikið, at eg var ov óneyvur í avgerandi løtunum. 

Martin telvaði væl og kom ongantíð veruliga undir trýst við svarta fólkinum. Mótstøðumaðurin kundi fingið okkurt lítið álop í lag kongsmegin, men telvaði heldur linliga. Hann mundi ikki vitað, at sleppur Martin at damma aftur og fram, so verður hann ikki tikin. Sambært telduni hjá chess.com, so telvaði Martin við 98,8% neyvleika.

Føroyar móti Kroatia í fyrsta umfari í EM í Georgia. Fremst vinstrumegin sæst Martin Poulsen við svarta fólkinum. Innanfyri síggjast Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen. Mynd: Gunnar Bjørnsson.

 

Hálvt stig móti Kroatia

Martin Poulsen bjargaði Føroyum undan 4-0 tapi í dystinum móti Kroatia í fyrsta umfari í EM-kappingini fyri talvlandslið.

Við svarta fólkinum á fjórða borði eydnaðist Martini at telva seg til javnleik eftir 33 leikir. Martin tóktist hava tamarhald á talvinum allan vegin. Byrjanin var fronsk, eitt skifti hevði kroatiski stórmeistarin lítlan fyrimun, men tjúgundi leikur hjá honum var í linara lagi; Martin fekk tí javnað støðuna, og eftir tað vikaðist javnvágin ikki.

Hinir á føroyska liðnum vóru ikki mentir at standa ímóti harða trýstinum, og máttu til endans dvína. Úrslitið er nakað soleiðis, sum væntandi var. Kroatia er styrkismett nummar sekstan, Føroyar nummar 36 av teimum 40 liðunum.

Føroyar – Kroatia ½ – 3½

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 – GM Ante Brkic 2578 0 – 1

Luitjen A. Apol 2318 – GM Leon Livaic 2551 0 – 1

Rógvi Egilstoft 2304 – GM Sasa Martinovic 2553 0 – 1

Martin Poulsen 2276 – GM Hrovje Stevic 2522 ½ – ½

Danir gjørdu bart

Ivaleyst mest óvæntaða úrslit í fyrsta umfari var, at Danmark koppaði Týsklandi, sum er styrkismett nummar eitt. Danir eru seedaðir nummar 21. Danir vunnu dystin 2½-1½.

Mads Andersen gjørdist sigursharri á triðja borði. Remis var á hinum trimum borðunum. Á 1. borði eydnaðist 21 ára gamla danska stórmeistaranum Jonas Buhl Bjerre at fáa remis móti Vincent Keymer, sum er nummar níggju í heiminum. Á týska liðnum eru brøðurnir Rasmus og Frederik Svane, sum hava danskan pápa. 

Ungarn, sum er styrkismett nummar trý, tapti eisini í fyrsta umfari. Ungarn tapti fyri heimaliðnum Georgia. Norðurlond taptu øll uttan Danmark. Svøríki tapti 2½-1½ fyri Onglandi, Ísland tapti fyri sterka pólska liðnum, sum er styrkismett nummar trettan. Íslendingar fingu kortini hálvtannað stig fyri trý remis, men á fyrsta borði var Vignir Vatnar Stefansson við undirlutan. Finnland tapti 3-1 fyri Slovenia. Norra og Magnus Carlsen eru ikki við. Tey brynja seg í staðin til OL um eitt ár, verður sagt.

Annað umfar í EM í Batumi verður í morgin. Enn er ikki greitt hvørjum Føroyar tá møta. Níggju umfør eru, telvað verður til týsdagin 14 oktober. Einasti frídagurin er leygardagin 11 oktober.

Føroyar til EM í talvi

Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen á ovaru borðunum hjá Føroyum í dysti móti Sveis í EM-stevnuni í 2023.

Føroyar til EM í talvi

Sunnudagin verða fyrstu leikirnir fluttir í stóru EM-stevnuni í talvi fyri landslið.

Telvað verður suðuri við Svarta Havið í georgiska høvuðsstaðnum Batumi. 39 lond verða við.  

Føroyar eru styrkismettar nummar 36.  Miðalstyrkitalið hjá føroyska liðnum er 2323. Tey trý londini, sum eru styrkismett niðari, eru Kosovo (2310), Skotland (2214) og Írland (2164). Týskland, Holland og Ungarn eru styrkismett ovast. 

Føroyska landsliðið manna hesir fýra:

1. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2389

2. Luitjen Akselsson Apol, HT 2318

3. Rógvi Egilstoft, ST 2309

4. Martin Poulsen, HT 2276

Kappingin byrjar sunnudagin 5 oktober. Níggju umfør eru, telvað verður til týsdagin 14 oktober. Einasti frídagurin er leygardagin 11 oktober.

Helgi ikki við

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, verður ikki við. Helgi var heldur ikki við í seinastu EM-stevnuni fyri tveimum árum síðani. Knúturin var tá ein træta um samsýning, men tann knúturin varð seinni loystur millum Talvsambandið og stórmeistaran, og Helgi var við á landsliðnum á talvolympiaduni í Ungarn í fjør.

Hesaferð er eingin ósemja. Føroyska talvlandsliðið hevur tvær kappingar í heyst, umframt EM nú í oktober, er onnur kapping í november. Tá hýsir Kýprós kappingini fyri smátjóðir í Evropa, og tá verður stórmeistarin við á føroyska landsliðnum. Ein samanrenning av arbeiðsviðurskiftum, familjulívi og ólagaligari ferðing til Batumi, tá talvolympiada var har í 2018, fingu Helga at setast aftur hesaferð. 

Fjórða EM

Mótstøðan er ógvuliga hørð í EM. Harðari enn í OL. EM-stevnan fyri talvlandslið er sum eitt stórt endaspæl. Í EM eru næstan bara sterkari lond at kappast við. Tey, sum vit møta í smálandakappingini, eru ikki við í EM. Tí er tað missur, ið merkist, tá okkara besti telvari ikki er við.

Hetta verður fjórða ferðin, at Føroyar eru við í EM. Kappingin er annaðhvørt ár. Í 2023 var kappingin í Montenegro. Tá endaðu Føroyar nummar 37 av 38 londum. Føroyar vóru styrkismettar nummar 36. Vit fingu tá Skotland afturum okkum.

Bestu úrslitini vóru:

Føroyar – Skotland 3½ – ½

Føroyar – Finnland 2 – 2

Føroyar – Kosovo 2- 2.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum í seinasta EM var:

1. borð: Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9

2. borð: Martin Poulsen 3/9

3. borð: Rógvi Egilstoft 3½/9

4. borð: John Rødgaard 4/9

Kreta og Reykjavík

Føroyar vóru ikki við í EM í 2021 og ei heldur í 2019.  

Í 2017 var telvað á Kreta. Tá gjørdust Føroyar nummar 36 av 40 liðum. Føroyska liðið var styrkismett nummar 35.

Í EM 2017 á Kreta var úrtøkan hjá føroysku telvarunum henda:

1. borð: GM Helgi Dam Ziska 4½/7

2. borð: Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9

3. borð: Rógvi Egilstoft 4½/8

4. borð: IM John Rødgaard ½/6

5. borð: IM John Arni Nilssen 1½/6.

Fyrsta EM-ævintýrið var í Reykjavík í 2015 – í Laugardalshøllini, har Fischer og Spasski í 1972 telvaðu um HM-heitið.

Føroyar endaðu nummar 34 av 36. Úrslitið var í samsvari við styrkismetingina. Besta dystarúrslitið var 2 – 2 javnleikurin móti Danmark. Helgi vann prestisjudystin á 1. borði móti Sune Berg Hansen.

Føroyska einstaklingsúrtøkan í EM 2015 í Reykjavík var henda:

1. borð: IM Helgi Dam Ziska 4½/8

2. borð: IM John Rødgaard 1½/7

3. borð: Høgni Egilstoft Nielsen  2/7

4. borð: Rógvi Egilstoft 4/8

5. borð: IM John Arni Nilssen 1/6

Landskappingin byrjar í næstum

Nú talvlandsliðið er í eldinum í alt heyst, er verri at leggja heimligu landskappingina. Uppskot um leikskrá er í løtuni til hoyringar hjá feløgunum.

Gongst sum ætlað, verður byrjað um miðjan oktober. Skráin kemur væntandi út ein av fyrstu døgunum. Helst verða færri leikdagar hesumegin ársskiftið enn eftir nýggjár. Leikumførini eru sum vant tíggju í alt.

Annars er  at siga, at landsliðið til smálandakappingina í Kýprós í november er eisini sett. Talvsambandið hevur hesaferð avrátt, at tveir ungir telvarar skulu sleppa við. Í alt verða fimm telvarar á liðnum.

Hesir fara at umboða Føroyar á Kýprós seinni í heyst:

1. GM Helgi Dam Ziska

2. IM Høgni Egilstoft Nielsen

3. Luitjen Akselsson Apol

4. Jón í Horni Nielsen

5. Elias Petersen

FIDE dómaraskeið

Í døgunum 4. til 7. september 2025 varð skipað fyri FIDE Arbiters’ Seminar (dómaraskeið) í Keypmannahavn, danska talvsambandið, skipaði fyri.

Les meira »

Høgni frálíkt úrslit

Føroyameistarin í talvi, Høgni Egilstoft Nielsen, vann nú um dagarnar stórmeistarabólkin í sterku donsku kappingini Copenhagen Chess Challenge.

Føroyingurin tók øll á bóli við frálíka úrslitinum. Høgni var styrkismettur nummar seks av teimum tíggju telvarunum í stórmeistarabólkinum. Kortini var hann mentur at fara ósigraður gjøgnum tey níggju umførini og vinna kappingina.

Høgni, sum á talvolympiaduni í Budapest í fjør, ognaði sær heitið sum altjóða talvmeistari, var hesaferð bara eitt stig frá sínum fyrsta stórmeistaranormi.

Við í kappingini vóru tríggir stórmeistarar og fimm altjóða meistarar. Tríggir hava verið danskir meistarar; Carsten Høi, Bjørn Møller Ochsner og Martin Haubro, og Johnny Hector hevur verið svenskur meistari, seinast í 2022.

Hetta er besta úrslit hjá 28 ára gamla Høgna Egilstoft Nielsen í einstaklingakapping. Styrkital hansara táttar nú í 2400. Høgni og bróðirin Rógvi telvaðu í vár í kapping í Spania, men gjørdu ikki hol í sjógvin ta ferðina.

Góða úrslitið í Danmark vekir ans, og styrkir illgrunan um, at Høgni hevur evnini til av álvara at røkka longur fram á leið. 

Høgni Egilstoft Nielsen. Føroyameistarin var um reppið at tryggja sær fyrsta stórmeistaranormin.

Copenhagen Chess Challenge 2025

1. IM Høgni Egilstoft Nielsen (Føroyar) 2372 – 6 stig

2-4. GM Bjørn Møller Ochsner (Danmark) 2478 – 5½ stig

2-4. IM Filip Boe Olsen (Danmark) 2467 – 5½ stig

2-4. FM Bhagat Kush (India) 2369 – 5½ stig

5. IM Nicoali Kistrup (Danmark) 2367 – 5 stig

6. GM Jonny Hector (Svøríki) 2427 – 4½ stig

7. IM Magnus Ermitsch (Týskland) 2406 – 4 stig

8-9. GM Carsten Høi (Danmark) 2288 – 3½ stig

8-9. FM Vitus Bondo Medhus (Danmark) 2326 – 3½ stig

10. IM Martin Haubro (Danmark) 2388 – 2 stig 

August-yvirlitið

Altjóða talvsambandið FIDE kunngjørdi í dag nýggjasta styrkilistan. Føroyar eru nummar 73 í røðini av teimum 201 limalondunum, ið talvsamgongan hevur skrásett. Yvirlitið er grundað á miðalstyrkitalið hjá fremstu tíggju telvarunum hjá hvørjum landi sær.

Tann føroyski topp-10 listin fyri august er hesin:

1. GM Helgi Dam Ziska 2543

2. IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389

3. IM John Arni Nilssen 2332

4. Luitjen Akselsson Apol 2318

5. Rógvi Egilstoft 2309

6. Martin Poulsen 2276

7. IM John Rødgaard 2260

8. Ólavur Simonsen 2199

9. Jóan Hendrik Andreasen 2194

10. Flóvin Tór Næs 2177

Javnt í ólavsøkutalvdysti

Havnarmenn og klaksvíkingar avmyndaðir saman eftir talvdystin á ólavsøku í gjár.

Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag endaði javnur 5 – 5.

Hetta er fyrsta ferðin, síðan hesin tátturin var tikin uppaftur í 2021, at dysturin er endaður javnur.

Havnarmenn vóru við yvirlutan á teimum ovaru borðunum, klaksvíkingar høvdu munin á aftaru borðunum.

Telvað var á tíggju borðum í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen. Dysturin tók knappan tíma, talan var tí um kviktelving.

Les meira »

Ólavsøkutelving

Eins og undanfarin ár fara havnarmenn og klaksvíkingar at telva ólavsøkuaftan. Byrjað verður beint eftir kappróðurin. Best sum finaluróðurin millum Havnarbátin og Klaksvíkingin er av, fara havnarmenn og klaksvíkingar undir annan harðan dyst sínamillum.
 

Les meira »