Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barnakappingin í Klaksvík útsett – Innbjóðing til kapping í Havn

Barnakappingin í Klaksvík útsett – Innbjóðing til kapping í Havn

Barnatalvkappingin fyri lið, fyrra undankapping, sum skuldi vera í Klaksvík t. 16. oktober, er útsett vegna ov lítla undirtøku í heystferiuni.

Tí verður kappingin leygardagin 22. Oktober í Finsen í Havn fyrra undankappingin í staðin. Kappingin byrjar kl. 10:00.

4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini gott hava útskiftarar. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Tiltakið er serliga eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar.

Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur til og við 10. flokk (inkl. tey í sama árgangi, sum eru farin úr 9.). Top 3 lið í hvørjum aldursbólki vinna medaljur, og er hettar samstundis ein út av tveimum undankappingum til eina finalu. Hin undankappingin er sum sagt útsett, og verður 5. november í Klaksvík, og nær og hvar ið finalan verður verður lýst seinni. Samanlagt, úr báðum undankappingunum, koma 6 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki at kappast um heitið Føroyameistarar í barna-kvik-talvi fyri lið 2022.

Øll eru vælkomin til at melda lið; skúlar, talvfeløg og onnur áhugaði, við at skriva til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Freistin er hósdagin, 20. oktober. 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.