Sandavágsmenn flúgvandi

Meistaraliðið í føroyskari telving, Sandavágs Talvfelag, var aftur eirindaleyst í dag, og vann ein knúsandi sigur í útidystinum móti Klaksvíkar Talvfelag. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen vunnu allir á ávikavist Ólavi Simonsen, Finnbjørn Vang, Terja Petersen og Rana Baldursson. Tað man vera nakað síðani, at klaksvíkingar hava tapt á hvørjum borði í 1. deild.

Les meira »

Talvkalendarin dagførdur

Talvkalendarin er dagførdur. NM fyri børn og ung er flutt eina viku fram. Hetta hevur við sær, at 8. umfar í liðkappingini verður flutt frá 16.02.2020 til 23.02.2020.

Les meira »

Magnus Carlsen skakaður

Tap er í hendi hjá norska heimsmeistaranum í talvi, Magnus Carlsen, nú fyrsti HM-finaludysturin í sonevndu Fischer-random talvkappingini er fyri í Noregi. Eftir annan av trimum finaludøgum hevur mótstøðumaðurin Wesley So úr USA vunnið sær so trygga leiðslu, at tað skal eitt ódnartak hjá Carlsen til fyri at vinna, tá kappingin endar í morgin leygardagin.

Les meira »

Mangur leikur í longum talvi

Tað munnu fýra av heimsins bestu telvarum sanna, sum í hesum døgum kappast um óalmenna HM-heitið í sonevndari Fischer-randomtelving. Telvað verður í Noregi. Stríðið stendur millum Magnus Carlsen úr Noregi, Wesley So úr USA, Fabiano Caruana úr USA og Ion Nepomniachti úr Russlandi.

Les meira »

Luitjen og Leif við í altjóða talvkapping í Svøríki

Í gjár byrjaði tann árliga talvkappingin, Uppsala Young Champions. Hetta er ein sterk, altjóða kappingin fyri unglingar, ið verður telvað í Uppsala, Svøríki. Við í kappingini eru okkara sterkastu unglingar, Luitjen Akselsson Apol (2129) og Leif Reinert Fjallheim (1985). Báðir eru komnir væl frá byrjan. Í fyrsta umfari vann Luitjen, við svørtum, á svenska Vidar Grahn (1926), meðan Leif, við hvítum, spældi remis móti svenska CM Leo Crevatin (2221).

Les meira »

Fyrstu leikirnir fluttir

Landskappingin í talvi 2019/20 er byrjað. Fyrsta umfar hevur verið, og sunnudagin verður lagt til brots í øðrum umfari.    Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag løgdu bragdliga fyri og gjørdu bart í fyrsta dystinum móti Kollafjarðar Talvfelag. Vágamenn vunnu á øllum fýra borðum. Manningin er tann sama sum í fjør: 1. Høgni Egilstoft Nielsen 2. Rógvi Egilstoft Nielsen 3. Silas Eyðsteinsson 4. Torkil Nielsen.

Les meira »