Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit og myndir frá barnaliðkappingini í Havn

Úrslit og myndir frá barnaliðkappingini í Havn

Leygardagin 22. oktober varð barnatalvkapping fyri lið telvað í Finsen í Havn.

6 lið vóru tilmeldaði, 3 í hvørjum aldursbólki, og valdu vit tí at leggja bólkarnar saman. Soleiðis sluppu øll at telva 5 umfør, øll ímóti øllum.

Vinnararnir í kappingini gjørdust hesir:

4. fl. og yngri

  1. HT2
  2. HT3
  3. KTF2

5. fl. og eldri:

  1. HT1
  2. KTF1
  3. ST

Lagið var gott, og øll tøktust at hugna sær. Eisini tey nógvu avvarðandi, sum fylgdu spent við á síðulinjuni. 1000 takk fyri undirtøkuna, øll, og serliga til tey sum hjálptu til at skipa fyri tiltakinum. Vit vóna at síggja tykkum øll aftur til næstu barnaliðkapping, sum verður 5. november í Klaksvík.

Niðanfyri síggjast myndir frá leygardegnum.

 

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.